Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Fyrsta Mósebók, kapittul 26
Ísakur í Gerar; hann fær fyrijáttan
v1 Nakað eftir hetta varð hallár í landinum – eitt annað enn hitt fyrra á døgum Ábrahams. Og Ísakur fór til Ábimelek, kong Filista, í Gerar. v2 Tá birtist Harrin fyri honum og segði: «Far ikki til Egyptalands, men verð búgvandi í tí landi, sum eg sigi tær! v3 Búgv tú sum útiseti her í landinum, so skal eg vera við tær og vælsigna teg; tí at tær og eftirkomarum tínum skal eg geva øll hesi lond og evna tann eið, sum eg svór Ábrahami, faðir tínum; v4 eg skal lata avkom títt verða fjølment eins og stjørnur himinsins og gevi eftirkomarum tínum øll hesi lond; og av avkomi tínum munnu allar tjóðir á fold fáa signing, v5 aftur fyri at Ábraham var rødd míni lýðin og varðveitti rættarreglur, boðorð og fyriskipanir mínar og lóg mína.» v6 Ísakur varð tá búgvandi í Gerar. v7 Tá ið nú menninir har á staðnum komu at fregnast um konu hansara, segði hann, at hon var systir hansara, tí at hann tordi ikki at siga, at hon var kona hansara av ótta fyri, at menninir har á staðnum skuldu drepa hann vegna Rebekku, tí at hon var sera fríð á at líta. v8 Men tá ið hann hevði búð har eina tíð, bar so á, at Ábimeleki, kongi Filista, var hyggjandi út um gluggan; og tá ið hann leit seg um, bar hann eyga við Ísak, sum sat og kíndi Rebekku, konu síni. v9 Tá rópaði Ábimelek á Ísak: «Sí, so er hon kortini kona tín! Hví segði tú tá, at hon var systir tín?» Ísakur svaraði: «Av tí at eg helt meg fara at týna lívið hennara vegna.» v10 Tá segði Ábimelek: «Hví hevur tú gjørt okkum hetta? Einhvør av fólkinum kundi jú lættliga verið lagstur hjá konu tíni og tú soleiðis fingið okkum í syndasekt!» v11 Síðan beyð Ábimelek øllum fólkinum og mælti: «Hvør tann, ið nertur henda mann og konu hansara, skal vissuliga bøta við lívinum!»
Klandur við Filistar um brunnar
v12 Síðan sáaði Ísakur har í landinum og heystaði sama árið hundraðfalt; og Harrin vælsignaði hann, v13 so at eyður hansara vaks í hvørjum, til hann var av ríkastu monnum. v14 Hann átti fylgi av smalum og fylgi av stórdýrum og nógvar trælir, so at Filistar øvundaðu hann. v15 Tá tóku Filistar og tiptu allar teir brunnar, ið húskallar faðirs hans høvdu grivið á døgum Ábrahams, faðirs hans, og fyltu teir við mold. v16 Og Ábimelek mælti við Ísak: «Far frá okkum, tí at tú ert vorðin okkum ov máttugur!» v17 Tá fór Ísakur haðan og setti upp búðir sínar í Gerardali og búði har. v18 Men Ísakur læt aftur grava út teir brunnar, sum húskallar Ábrahams, faðirs hans, høvdu grivið, og sum Filistar høvdu tipt, eftir at Ábraham var deyður; og hann gav teimum somu nøvn, sum faðir hans hevði givið teimum. v19 Tá ið nú húskallar Ísaks gróvu har í dalinum, komu teir fram á brunn við rennandi vatni. v20 Men tá gjørdu hirðarnir í Gerar seg inn á hirðar Ísaks og søgdu: «Hetta vatnið eiga vit!» Og hann nevndi brunnin Esek, tí at har høvdu teir klandrast við hann. v21 Síðan gróvu teir annan brunn; men eisini um hann klandraðust teir. Hann nevndi hann Sitna. v22 Tá fór hann burtur haðan og gróv annan brunn; um hann stóðst einki klandur; og hann nevndi hann Rehobot og segði: «Nú hevur Harrin rúmkað fyri okkum, so at vit mega fjølgast í landinum.»
Ísakur fer til Beersjebu
v23 Haðan fór hann so niðan til Beersjebu. v24 Somu nátt birtist Harrin fyri honum og segði: «Eg eri Guð Ábrahams, faðirs tíns; óttast ikki, tí at eg eri við tær; eg skal vælsigna teg og fjølga avkom títt fyri sakir Ábrahams, tænara míns.» v25 Tá reisti hann altar har og ákallaði navn Harrans, og hann setti har tjald sítt; og har gróvu húskallar Ísaks brunn.
Ísakur ger sáttmála við Ábimelek
v26 Tá kom Ábimelek til hansara frá Gerar við Áhuzzati, vini sínum, og Píkoli, herhøvdinga sínum. v27 Men Ísakur segði við teir: «Hví koma tit til mín, tá ið tit kortini hata meg og hava rikið meg burtur frá tykkum?» v28 Teir svaraðu honum: «Vit hava týðiliga sæð, at Harrin er við tær; tí hugsaðu vit at fáa eiðargerð í lag millum okkara og tín og gera sáttmála við teg, v29 til tess at tú ikki skalt meina okkum, ið ikki hava nortið teg, men einans gjørt væl ímóti tær og latið teg fara í friði; tí at tú ert vælsignaður av Harranum.» v30 Tá gjørdi hann veitslu fyri teimum; og teir ótu og drukku. v31 Snimma morgunin eftir gjørdu teir eiðir sín ámillum; síðan fylgdi Ísakur teimum á leið; og skildust teir tá við hann í friði. v32 Sama dag komu húskallar Ísaks og søgdu honum frá tí brunni, sum teir høvdu grivið og mæltu við hann: «Vit hava funnið vatn.» v33 Og hann nevndi hann Sjiba, tí eitur bygdin Beersjeba enn í dag.
Konur Esavs
v34 Tá ið Esav var fjøruti ára gamal, tók hann sær tvær konur, Judit, dóttur Beeri Hetita, og Básemat, dóttur Elons Hetita. v35 Hetta neit Ísaki og Rebekku í hjartað.