Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Fyrsta Mósebók, kapittul 27
Jákup vinnur sær við svikum signing faðirs síns
v1 Tá ið Ísakur var vorðin gamal, og eyguni bilaðu honum, rópaði hann til sín Esav, eldra son sín, og segði við hann: «Sonur mín!» Hann svaraði honum: «Her eri eg!» v2 Og hann segði við hann: «Sí, eg eri nú vorðin gamal og veit ikki mín deyðadag. v3 Tak nú veiðitól tíni, ørvahúsa og boga, og far út á heiðar og veið mær onkra bráð. v4 Ger so einhvønn góðan verð til, ið mær dámar væl, og fá mær at eta, so at sál mín kann vælsigna teg, áður enn eg doyggi!» v5 Men Rebekka hevði staðið og lurtað, meðan Ísakur talaði við Esav, son sín. Og tá ið Esav var farin út á heiðar at veiða bráð til faðirs síns, v6 mælti hon við Jákup, yngra son sín, og segði: «Eg hoyrdi faðir tín tala við Esav, bróður tín, og siga: v7 «Fá mær villibráð og ger mær krás til, so at eg má eta og vælsigna teg fyri ásjón Harrans, áður enn eg doyggi!» v8 Lýð mær nú, sonur mín, og ger, sum eg bjóði tær. v9 Far út í seyðafylgið og tak mær haðan tvey geitarlomb; so skal eg av teimum tilreiða faðir tínum góðan verð, ið honum dámar best. v10 Tað skalt tú fáa faðir tínum, til tess at hann má eta og vælsigna teg, áður enn hann doyr!» v11 Men Jákup segði við Rebekku, móður sína: «Ja, men Esav, bróðir mín, er jú loðin, men eg eri snøggur! v12 Kanska fer faðir mín at trilva uppi á mær, tá verði eg honum eins og svíkjari og leiði yvir meg bølbøn í staðin fyri signing.» v13 Men móðir hansara svaraði honum: «Yvir meg komi bølbøn, ið tær verður ætlað! Lýð tú einans mær og far mær eftir lombunum!» v14 Hann fór tá eftir teimum og kom aftur til móður sínar; og móðir hansara gjørdi góðan verð til, sum faðir hansara dámdi best. v15 Og Rebekka tók hátíðarklæðini hjá Esavi, eldra syni sínum, tey, sum hon hevði hjá sær í húsinum, og læt Jákup, yngra son sín, fara í tey. v16 Skinnini av geitarlombunum vavdi hon um hendur og har, sum hálsur hansara var nakin. v17 Og tann góða verðin og breyðið, sum hon hevði tilreitt, fekk hon Jákupi, syni sínum. v18 Hann fór tá inn til faðirs síns og segði: «Faðir mín!» Hann svaraði: «Her eri eg! Hvør ert tú, sonur mín?» v19 Jákup segði tá við faðir sín: «Eg eri Esav, frumgitni sonur tín; eg havi nú gjørt, eins og tú baðst meg; set teg nú upp undir teg og et av villibráð míni, so at sál tín kann vælsigna meg!» v20 Men Ísakur segði við son sín: «Hvussu kundi tú so skjótt finna nakað, sonur mín?» Hann svaraði: «Harrin, Guð tín, læt tað vera á vegi mínum.» v21 Tá segði Ísakur við Jákup: «Kom nærri, sonur mín, so at eg kann trilva á tær og vita, hvørt tú ert sonur mín Esav ella ikki!» v22 Jákup gekk tá at faðir sínum; og tá ið hann hevði trilvað á honum, mælti hann: «Røddin er rødd Jákups; men hendurnar eru hendur Esavs!» v23 Men hann kendi hann ikki, av tí at hendur hansara vóru lodnar eins og hendur Esavs, bróður hans; og hann vælsignaði hann. v24 Og hann mælti: «Ert tú Esav, sonur mín?» Hann svaraði: «Ja, eg eri.» v25 Tá mælti hann: «Borðreið tá fyri mær og lat meg eta av bráð sonar míns, til tess at sál mín má vælsigna teg.» Hann borðreiddi tá fyri honum, og hann át. Og hann kom við víni til hansara, og hann drakk. v26 Og Ísakur, faðir hansara, segði við hann: «Kom higar til mín, sonur mín, og kyss meg!» v27 Hann fór tá yvir til hansara og kysti hann. Men tá ið hann kendi roykin av klæðum hans, vælsignaði hann hann við hesum orðum: «Roykurin av syni mínum er eins og roykurin av jørð, ið Harrin hevur vælsignað. v28 Guð gevi tær døgg av himni og fiti jarðar og nøgdir av korni og aldinløgi. v29 Tjóðir skulu tæna tær og tjóðflokkar lúta tær! Tú skalt valda brøðrum tínum, og synir móður tínar skulu lúta tær! Bannaður veri hvør tann, sum bannar teg, og signaður veri hvør tann, sum signar teg!» v30 Men beint tá ið Ísakur hevði lokið at vælsigna Jákup, og Jákup var farin út frá faðir sínum, kom Esav aftur av veiðiferð síni. v31 Eisini hann gjørdi góðan verð til, setti fyri faðir sín og segði við faðir sín: «Statt upp, faðir mín, og et av bráð sonar tíns, til tess at sál tín má vælsigna meg!» v32 Men Ísakur, faðir hansara, segði við hann: «Hvør ert tú?» Hann svaraði: «Eg eri Esav, frumgitni sonur tín.» v33 Tá varð Ísakur ógvuliga illa skelkaður og segði: «Men hvør var tá hesin, ið kom higar við bráð, sum hann hevði fangað? Og eg át av henni, áður enn tú komst, og eg vælsignaði hann. Nú er og verður hann vælsignaður!» v34 Men tá ið Esav hoyrdi hesi orð faðirs síns, rópaði hann hart og sáran og segði við faðir sín: «Signa eisini meg, faðir mín!» v35 Men hann segði: «Bróðir tín kom við svikræði og tók signing tína!» v36 Tá segði hann: «Av sonnum eitur hann Jákup, tí at tvær ferðir hevur hann nú teipað meg; frumburðarrætt mín tók hann; og nú hevur hann tikið signing mína.» Og hann segði: «Hevur tú onga signing eftir til mín?» v37 Men Ísakur svaraði og segði við Esav: «Sí, eg havi sett hann at valda tær og givið honum brøður sínar til trælir, og kornið og aldinløgin havi eg givið honum! – Hvat kann eg tá gera fyri teg, sonur mín?» v38 Tá segði Esav við faðir sín: «Hevur tú bara hasa einu signingina, faðir mín? Signa tú eisini meg, faðir mín!» Og Esav skar í grát. v39 Tá svaraði Ísakur, faðir hansara, og segði við hann: «Fjart frá fiti jarðarinnar skal bústaður tín verða og uttan døgg av himni! v40 Av svørði tínum skalt tú liva, og træla skalt tú hjá bróður tínum. Men tá ið tú leggur á tað dýrasta, tú ert mentur, manst tú bróta ok hans av hálsi tínum.»
Rebekka varar Jákup við hevnd Esavs
v41 Tá legði Esav hatur á Jákup fyri ta signing, ið faðir hansara hevði givið honum. Og Esav hugsaði við sær: «Nú nærkast tíðin, tá ið farið verður at harma sála faðir mín; tá skal eg drepa Jákup, bróður mín!» v42 Men tá ið Rebekka fekk fregn um, hvat ið Esav, eldri sonur hennara, hevði sagt, sendi hon boð eftir Jákupi, yngra syni sínum, og segði við hann: «Sí, Esav, bróðir tín, ætlar at hevna seg inn á teg og drepa teg; v43 men far nú eftir ráðum mínum og flýggja burtur til Lábans, bróður mín, í Káran, v44 og dvølst eina tíð hjá honum, til vreiðin er runnin av bróður tínum, v45 til hevndarhugur bróður tíns móti tær er sissaður, og hann hevur gloymt tað, ið tú hevur gjørt honum; tá skal eg senda boð og lata teg føra heim aftur haðan. Hví skal eg missa báðar synir mínar á einum degi?»
v46 Síðan segði Rebekka við Ísak: «Mær stendst við lívið vegna døtur Hets; um Jákup tekur sær tílíka hetitiska kvinnu, eina av døtrum landsins, til konu, hvat er mær lívið tá?»