Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Ápostlasøgan, kapittul 2
Hin fyrsta hvítusunna
v1 Og tá ið nú hvítusunnudagurin var komin, vóru teir allir saman komnir á einum staði. v2 Og tá kom brádliga eitt dun av himli, sum tá ið harðveður brestur á, og fylti alt húsið, sum teir sótu í. v3 Og fyri teimum sýndust tungur líkasum av eldi, sum skildust sundur og settust á ein og hvønn teirra; v4 og teir vórðu allir fyltir av hinum heilaga anda og tóku at tala á øðrum tungumálum eins og andin gav teimum at mæla. v5 Men har vóru Jødar búsettir í Jerúsalem, menn, ið óttaðust Guð, av øllum tjóðum undir himni. v6 Tá ið nú hetta ljóðið hoyrdist, kom mannamúgvan saman, og henni varð dátt við; tí at teir hoyrdu, ein og hvør, teir tala á sínum egna máli. v7 Og teir vórðu allir bilsnir og undraðust og søgdu: «Sí, eru ikki allir hesir, ið tala, Galileumenn? v8 Hvussu ber tað tá til, at vit, ein og hvør, hoyra teir tala á okkara egna máli, sum vit eru føddir við? v9 Partar og Medar og Elamitar og vit, sum eru búsettir í Mesopotámiu, Júdeu, Kappadókíu, Pontus og Ásiu, v10 í Frýgíu og Pamfýliu, Egyptalandi og Libyubygdunum við Kýrene, og vit Rómverjar, sum her hava setst niður, Jødar og proselýtar; v11 Kretoyingar og Árábar, vit hoyra teir tala á okkara tungum um stórverk Guðs?» v12 Men teir gjørdust allir bilsnir og vóru í døpurhuga og søgdu hvør við annan: «Hvat man hetta vera?» v13 Men aðrir spottaðu og søgdu: «Teir eru druknir av søtum víni.»
Røða Pæturs
v14 Tá steig Pætur fram saman við hinum ellivu, hevði upp rødd sína og mælti til teirra: «Tit, Jødar, og allir tit, sum búgva í Jerúsalem, hetta veri tykkum vituligt, og gevið orðum mínum ljóð! v15 Tí at ikki eru hesir menn druknir, soleiðis sum tit halda; tí at nú er eisini landsuðurstíð. v16 Men hetta er tað, sum sagt hevur verið við Jóel profeti: v17 «Og tað skal verða á hinum evstu døgunum, sigur Guð, tá skal eg hella út av anda mínum yvir alt hold; og synir tykkara og døtur tykkara skulu profetera, og ungmenni tykkara skulu síggja sjónir, og gamalmenni tykkara skulu droyma dreymar. v18 Ja, eisini yvir trælir mínar og yvir trælkvinnur mínar skal eg á teimum døgunum hella út av anda mínum og tey skulu profetera. v19 Og eg skal lata undur verða á himlinum í erva og tekin á jørðini í neðra, blóð og eld og guvurok. v20 Sólin skal umskapast til myrkur og mánin til blóð, áðrenn hin mikli og dýri dagur Harrans kemur. v21 Og tað skal verða, at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur.» v22 Tit Ísraelsmenn, hoyrið hesi orð: Jesus úr Nasaret, ein mann, sum av Guði var sannaður fyri tykkum við kraftargerningum og undurum og teknum, sum Guð læt hann gera tykkara millum, so sum tit sjálvir vita, v23 hann, sum eftir Guðs fyriskipaða ráði og fyrivitan var vorðin givin upp, hava tit krossfest við vándra manna hondum og tikið av lívi; v24 men hann reisti Guð upp, í tí hann lætti av deyðans ríðum, við tað at tað ikki var møguligt, at hann skuldi verða hildin av honum; v25 tí at Dávid sigur viðvíkjandi honum: «Altíð hevði eg Harran fyri eygum mínum; tí at hann er við høgru hond mína, til tess at eg ikki skal vikast. v26 Harfyri gleddist hjarta mítt, og tunga mín fegnaðist; ja, enntá meira skal eisini likam mítt hvíla í vón; v27 tí at ikki vilt tú lata sál mína verða eftir í helheimi, og ikki heldur vilt tú lata tín heilaga síggja rot. v28 Tú hevur kunnar gjørt mær lívsins vegir; tú vilt meg fylla við gleði fyri ásjón tíni.» v29 Góðu menn og brøður! Eg kann tala beint fram til tykkara um ættarfaðirin Dávid, at hann er bæði deyður og grivin, og leiði hansara er til hjá okkum líka til dagin í dag. v30 Tá ið hann nú var ein profetur og visti, at Guð við eiði hevði svorið honum at seta ein av fruktini úr lendum hansara í hásæti hansara, v31 so talaði hann, av tí at hann sá hetta frammanundan, um uppreisn Krists, at hvørki varð hann latin eftir í helheimi og ikki heldur sá likam hansara rot. v32 Henda Jesus reisti Guð upp, og um tað eru vit allir vitni. v33 Tá ið hann nú er hevjaður upp við Guðs høgru hond og hevur av faðirinum fingið fyrijáttan um heilagan anda, hevur hann úthelt hann, sum tit bæði síggja og hoyra. v34 Tí at Dávid fór ikki upp til himna, men hann sigur sjálvur: «Harrin segði við harra mín: Set teg við høgru hond mína, v35 til eg leggi fíggindar tínar sum eina fótskør fyri føtur tínar.» v36 Tí skal alt Ísraels hús vita tað av sonnum, at Guð hevur gjørt hann bæði til harra og Krist, henda Jesus, sum tit krossfestu.»
Kirkjuliðið veksur
v37 Men tá ið teir hoyrdu hetta, fingu teir sum ein sting í hjartað, og teir søgdu við Pætur og hinar ápostlarnar: «Hvat eiga vit at gera, góðu menn og brøður?» v38 Men Pætur segði við teir: «Vendið um, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigevingar syndanna, og tit skulu fáa gávu heilaga andans. v39 Tí at tykkum er fyrijáttanin ætlað og børnum tykkara og øllum teimum, sum eru langt burtur, so mongum sum Harrin Guð vár vil kalla til sín.» v40 Og við mongum øðrum orðum vitnaði hann, og hann áminti tey og segði: «Latið tykkum frelsast frá hesi rongu slekt!» v41 Tey, sum nú tóku við orði hansara, vórðu doypt, og tann dagin løgdust okkurt um trý túsund sálir til.
Samfelagslív
v42 Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar. v43 Men ótti kom á eina og hvørja sál, og mong undur og tekin vórðu gjørd av ápostlunum. v44 Men øll tey, sum trúðu, hildu saman og høvdu alt í felagi; v45 og tey seldu ognir sínar og góðs sítt og býttu tað sundur millum øll, eftir tí sum ein og hvør trongdi. v46 Og hvønn dag hildu tey sær samhugað støðugt í halgidóminum og brutu breyðið heima við hús og fingu føði sína við gleði og í hjartans einfaldi, v47 og tey lovaðu Guði og høvdu yndi hjá øllum fólkinum. Men Harrin legði hvønn dag nøkur aftur at teimum, sum verða frelst.