Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Bræv Paulusar ápostuls til Efesusmanna, kapittul 6
Børn og foreldur, trælir og harrar
v1 Tit børn, lýðið foreldrum tykkara í Harranum; tí at tað er rætt. v2 «Æra faðir tín og móður tína,» – hetta er hitt fyrsta boðið við fyrijáttan, – v3 «fyri at tær má gangast væl, og tú mást liva leingi í landinum.» v4 Og tit fedrar, ilskið ikki børn tykkara upp, men alið tey upp við aga og áminning Harrans! v5 Tit tænarar, lýðið tykkara jørðisku húsbóndum við ótta og bivan í hjartans einfaldi tykkara, sum var tað Kristus; v6 ikki við eygnatænastu eins og teir, ið vilja toknast monnum, men eins og tænarar Krists, so at tit gera vilja Guðs av hjarta, v7 við tað at tit av góðum vilja gera tænastu, sum var tað fyri Harranum og ikki fyri monnum, v8 av tí at tit vita, at hvat gott, sum ein og hvør ger, tað skal hann fáa aftur av Harranum, hvørt hann so er trælur ella frælsur. v9 Og tit harrar, gerið tit tað sama móti teimum, so at tit lata av hóttum, við tað at tit vita, at bæði harri teirra og tykkara er í himlunum, og at tað hjá honum ikki verður gjørdur mannamunur.
Herklæði Guðs til orrustu móti óndum andaherliðum. Bøn
v10 Annars, verðið sterkir í Harranum og í veldis mátti hansara! v11 Latið tykkum í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at standa ímót sniðlopum djevulsins. v12 tí at bardagi okkara er ikki móti blóði og holdi, men móti valdunum, móti ráðunum, móti heimshøvdingunum í hesum myrkri, móti andaherliðum illskaparins í himnarúmdum. v13 Farið tí í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at veita mótstøðu hin vánda dagin og at standa við, tá ið alt er vunnið. v14 So standið tá gyrdir um lendar tykkara við sannleika og klæddir í brynju rættlætisins, v15 og skøddir um føturnar við fúsleika til at boða gleðiboðskap friðarins; v16 og havið í øllum førum trúarskjøldurin á lofti, sum tit kunnu vera førir fyri at sløkkja allar gløðandi ørvar frá hinum illa við; v17 og takið hjálm frelsunnar og svørð andans, sum er Guðs orð, v18 meðan tit við allari ákallan og bøn biðja eina og hvørja tíð í andanum og eru árvaknir til tess við øllum áhaldni og bøn fyri øllum hinum heilagu, v19 og fyri mær við, at mær mega verða givin orð, tá ið eg lati upp munn mín, til at boða við treysti loyndardómin í gleðiboðskapinum, v20 sum eg eri sendiboð fyri í leinkjum, at eg má tala við frímóði um hann, soleiðis sum eg eigi at tala.
Týkíkus skal siga frá viðurskiftum Paulusar
v21 Men fyri at tit eisini kunnu fáa at vita um viðurskifti míni, hvussu mær veit við, so skal Týkíkus, hin elskaði bróðirin og trúgvi tænarin í Harranum, greiða tykkum frá øllum; v22 hann havi eg sent til tykkara beint av teirri grund, at tit skulu fáa at vita, hvussu standurin er hjá okkum, og at hann kann ugga hjørtu tykkara.
Friðarheilsan
v23 Friður veri við brøðrunum og kærleiki við trúgv frá Guði faðir og Harranum Jesusi Kristi! v24 Náðin veri við øllum, sum elska harra váran, Jesus Krist, við óforgongiligum kærleika!