Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrsta Mósebók, kapittul 24
Ísakur fær Rebekku til konu
v1 Ábraham var nú gamal og nógv til árs; og Harrin hevði vælsignað Ábraham í øllum lutum. v2 Tá segði Ábraham við húskall sín, ið var elstur í húsi hansara og ráddi fyri øllum, sum hann átti: «Legg tú hond tína undir lendar mínar v3 og svør mær við Harran, Guð himins og jarðar, at tú ikki vilt taka syni mínum konu av døtrum Kánáanita, sum eg búgvi millum; v4 men tú skalt fara til føðiland og ættarfólk mítt og taka Ísaki, syni mínum, konu haðan!» v5 Tá mælti húskallurin við hann: «Um nú gentan ikki vil fylgja mær aftur í hetta land, eigi eg tá at fara við syni tínum í tað land, sum tú fórt frá?» v6 Men Ábraham svaraði honum: «Vara teg væl fyri at flyta son mín aftur hagar! v7 Harrin, Guð himinsins, sum tók meg úr húsi faðirs míns og úr heimlandi mínum, hann sum hevur talað til mín, svorið mær og sagt: «Tínum eftirkomarum vil eg geva hetta landið,» hann vil senda eingil sín undan tær, so at tú kanst fáa syni mínum konu haðan. v8 Og vil gentan ikki koma við tær, tá ert tú leysur frá eiðinum. Men íð hvussu er, mást tú ikki flyta son mín aftur hagar.» v9 Tá legði húskallurin hondina undir lendar Ábrahams, húsbónda síns, og svór honum hetta. v10 Síðan tók húskallurin tíggju av kamelum húsbónda síns og alskyns dýrgripir, ið húsbóndi hansara átti, og helt avstað til Nákors bygd í Áram-Náharáim. v11 Men um kvøldið um tað mundið, tá ið genturnar vóru vanar at fara út eftir vatni, læt hann kamelarnar leggja seg niður við brunnin uttan fyri bygdina. v12 Og hann tók at biðja: «Harri, Guð Ábrahams, húsbónda míns, lat nú ferð mína eydnast og sýn kærleika móti Ábrahami, húsbónda mínum! v13 Her standi eg við brunnin, og genturnar úr bygdini koma út higar eftir vatni. v14 Tá ið eg nú biði eina teirra geva mær vatn at drekka, og hon tá sigur: «Drekk tú, og eg skal eisini brynna kamelum tínum,» lat hana tá vera gentuna, sum tú hevur ætlað Ísaki, tænara tínum. Av hesum man eg tá kenna, at tú sýnir kærleika móti húsbónda mínum!» v15 Men áður enn hann hevði endað bøn sína, sí, tá kom Rebekka, dóttir Betuels, sonar Milku, konu Nákors, bróður Ábrahams, og hon hevði krukku sína á økslini; v16 gentan var frálíka fríð í ásjón, moyggj og enn ikki nortin av nøkrum manni; hon fór niður í brunnin, fylti krukku sína og kom síðan uppaftur. v17 Tá fór húskallurin rennandi ímóti henni og mælti: «Gev mær ein vatnsopa at drekka úr krukku tíni!» v18 Hon svaraði: «Drekk, harri mín,» og tók alt í einum krukkuna niður av økslini í hond sína og gav honum at drekka. v19 Og tá ið hon hevði givið honum at drekka, segði hon: «Eisini kamelum tínum vil eg geva vatn, til teir hava drukkið seg ótystar.» v20 Og skundisliga stoytti hon úr krukku síni upp í vatntrogið, leyp niður aftur í brunnin at oysa og oysti øllum kamelum hansara vatn. v21 Men maðurin stóð og eygleiddi hana tigandi til tess at komast eftir, um Harrin hevði latið ferð hansara eydnast ella ikki. v22 Og tá ið kamelarnir vóru lidnir at drekka, tók hann fram nasaring av gulli, ið vá hálvan sikul, og dró á armar hennara gullringar tveir, ið vógu tíggju siklar í gulli. v23 Síðan mælti hann: «Sig mær, hvørs dóttir tú ert, og um tað er rúm í húsi faðirs tíns at hýsa okkum í nátt?» v24 Hon svaraði honum: «Eg eri dóttir Betuels, sonar Milku, ið hon føddi Nákori.» v25 Og hon segði við hann: «Vit hava bæði hálm og fóður og rúm fyri gestir.» v26 Tá lútaði maðurin djúpt og tilbað Harran v27 og mælti: «Lovaður veri Harrin, Guð Ábrahams, húsbónda míns, ið ikki hevur lætt av miskunn og trúfesti síni móti húsbónda mínum! Meg hevur Harrin leitt beina leið at húsi frænda húsbónda míns.» v28 Gentan leyp nú heim í hús móður sínar at siga frá tí, ið til hevði borist. v29 Men Rebekka átti bróður, Lában at navni. v30 Tá ið hann sá nasaringin og ringarnar á ørmum systur sínar og hoyrdi Rebekku, systur sína, siga frá, hvat maðurin hevði sagt fyri henni, rann hann út til mannin við brunnin; og tá ið hann var komin út hagar og sá mannin enn standa hjá kamelunum við brunnin, v31 segði hann við hann: «Kom, tú vælsignaði av Harranum! Hví stendur tú her úti? Eg havi búgvið húsið til og gjørt rúm fyri kamelum tínum.» v32 Maðurin kom nú til húsa; og Lában tók sær av kamelunum, gav teimum hálm og fóður og fekk manninum vatn til at tváa føtur sínar og føtur teirra, ið við honum vóru. v33 Og matur varð settur fyri hann; men hann segði: «Ikki vil eg bragda mat, fyrr enn eg havi borið upp ørindi mítt.» Hann svaraði: «Tala!»
v34 Og hann mælti: «Eg eri húskallur Ábrahams. v35 Harrin hevur ríkliga vælsignað húsbónda mín, so at hann er vorðin múgvandi maður; og hann hevur givið honum smalur og stórdýr, silvur og gull, trælir og trælkvendi, kamelar og asnar. v36 Og Sára, kona húsbónda míns, hevur føtt honum son í ellisárum hans, og honum hevur hann givið alt, sum hann eigur. v37 Og húsbóndi mín tók av mær eið og segði: «Tú mást ikki taka syni mínum konu av døtrum Kánáanita, sum eg búgvi í landinum hjá; v38 heldur skalt tú fara í hús faðirs míns til frænda mína og taka syni mínum konu haðan!» v39 Eg segði tá við húsbónda mín: «Vera má, at gentan ikki vil koma við mær.» v40 Men hann svaraði: «Harrin, fyri hvørs ásjón eg gangi, man senda eingil sín við tær og lata ferð tína eydnast, so at tú fært syni mínum konu av ættfólki mínum úr húsi faðirs míns. v41 Kemur tú til ættfólk mítt, tá skalt tú verða leysur frá eiðinum. Og vilja teir ikki geva tær hana, ert tú eisini leysur frá tí eiði, sum eg taki av tær.» v42 Tá ið eg nú í dag kom at brunninum, bað eg soleiðis: «Harri, Guð Ábrahams, húsbónda míns, gævi tú letur hesa ferð eydnast, sum eg eri á!» v43 Sí, her standi eg við brunnin; kemur nú einhvør genta út eftir vatni, og eg sigi við hana: «Gev mær vatnsopa at drekka úr krukku tíni,» v44 og hon tá sigur við meg: «Bæði tær og kamelum tínum vil eg geva at drekka,» lat hana tá vera ta konu, ið Harrin hevur ætlað syni húsbónda míns!» v45 Men áður enn eg hevði endað hesa røðu við sjálvan meg, sí, tá kom Rebekka út við krukku síni á økslini, steig niður í brunnin og bar vatn upp. Eg segði tá við hana: «Gev mær eitt sindur at drekka!» v46 Beinanvegin tók hon krukku sína niður av økslini og segði: «Drekk tú, og eisini kamelum tínum skal eg brynna!» Síðan drakk eg; og hon brynti eisini kamelum mínum. v47 Síðan spurdi eg hana: «Hvørs dóttir ert tú?» Hon svaraði: «Dóttir Betuels, sonar Nákors, ið Milka føddi honum.» Tá setti eg ringin í nøs hennara og dró ringar á armar hennara. v48 Eg lútaði tá til jarðar og tilbað Harran. Eg lovaði Harranum, Guði Ábrahams, húsbónda míns, fyri at hann hevði leitt meg á rætta leið, so at eg kundi taka bróðurdóttur húsbónda míns syni hansara til konu. v49 Vilja tit nú sýna húsbónda mínum góðvild og trúfesti, so sigið mær tað. Og vilja tit tað ikki, so sigið mær tað eisini, so at eg má hava nakað at fara eftir.» v50 Tá svaraðu Lában og Betuel og søgdu: «Frá Harranum man hetta vera; vit kunnu einki gera tær, hvørki ilt ella gott. v51 Her hevur tú Rebekku, far avstað við henni, at hon má verða kona sonar húsbónda tíns, eins og Harrin hevur sagt!» v52 Tá ið húskallur Ábrahams hoyrdi hetta, lútaði hann til jarðar fyri Harranum. v53 Og húskallurin tók fram gripir av silvuri, gulli og klæði og gav Rebekku; somuleiðis gav hann bróður og móður hennara gersimar. v54 Síðan ótu og drukku teir, hann og fylgisneytar hans, og gistu har um náttina, og tá ið teir morgunin eftir komu upp, mælti hann: «Latið meg nú fara heim til húsbónda míns!» v55 Men bróðir hennara og móðir søgdu: «Loyv gentuni at verða enn einar tíggju dagar hjá okkum. Síðan má hon fara!» v56 Men hann svaraði teimum: «Haldið mær ikki aftur; Harrin hevur latið ferð mína eydnast; so latið meg nú sleppa heim aftur til húsbónda míns!» v57 Tá søgdu tey: «Vit skulu rópa gentuna og spyrja hana sjálva.» v58 Tey rópaðu tá Rebekku og søgdu við hana: «Vilt tú fara við hesum manni?» Hon svaraði: «Ja, eg vil fara.» v59 Tá lótu tey Rebekku, systur sína, og fostru hennara, fara við húskalli Ábrahams og monnum hans. v60 Og tey vælsignaðu Rebekku og søgdu við hana: «Gævi at systir vár verði at túsundum tíggju túsunda, og at eftirkomarar tínir hertaka borgarlið fígginda sína!» v61 Síðan settust Rebekka og fylgismoyggjar hennara á kamelbak og fóru aftan á mannin; og húskallurin tók Rebekku við sær og fór leið sína. v62 Tess ámillum var Ísakur farin í oyðimørkina við Lákai-Roi brunnin og dvaldist har á suðurlandinum. v63 Eitt kvøldið fór hann út á víðavang at biðja; og tá hann hugdi upp og leit seg um, sí, tá komu har nakrir kamelar. v64 Og tá ið Rebekka hugdi upp og bar eyga við Ísak, fór hon niður av kamelinum; v65 og hon spurdi húskallin: «Hvør er hasin maður, ið kemur móti okkum har á markini?» Hann svaraði: «Hatta er húsbóndi mín.» Tá tók hon slør sítt og huldi seg. v66 Síðan segði húskallurin Ísaki frá øllum tí, sum hann hevði gjørt. v67 Tá leiddi Ísakur hana inn í tjaldið hjá Sáru, móður síni, og tók hana til konu; og hann legði ástir við hana. Soleiðis varð Ísakur uggaður eftir lívlát móður sínar.