Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 1
v1 Sælur er maður, ið ei fylgir vándra manna ráði, ið ei stendur á syndara vegi og ei situr í spottara lagi; v2 men hvørs hugur stendur til Harrans lóg og yvir lóg hans grundar dag og nátt. v3 Hann er eins og træið, plantað við áarløkir, ið aldin gevur í tøkum tíma, og hvørs leyv ei følnar; alt, ið hann ger, honum eydnast skal. v4 Ikki gongst soleiðis vándum monnum, men eins og bos teir eru, ið fýkur fyri vindi. v5 Tí skulu gudleysir ei standast í dóminum og syndarar ei í rættvísra liði; v6 tí Harrin kennir veg teirra rættvísu, og vegur teirra gudleysu ber av leið.