Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 10
v1 Hví stendur tú, Harri, so langt av leið, hví fjalir tú teg á neyðarstund? v2 Eymur pínist av hugmóði hins gudleysa, fangast í svikum, hann hevði í ráðgerð! v3 Tí gudleysur rósar sálarágirnd síni, ránsmaður lovar, men virðir ei Harran; v4 nasadjarvur vándur mælir: «Hann revsar ei, eingin Guð er til;» tað er øll hans hugsan. v5 Vegir hans eydnast á hvørji stund, hátt yvir høvdi hans eru dómar tínir; at øllum fíggindum sínum hann blæsur. v6 «Ei eg vikist,» hann hugsar við sjálvum sær, «ætt eftir ætt ei óhapp mær verður fyri.» v7 Av illbøn hans muður er fullur, av svikum og valdi, honum undir tungu órættur og ólukka liggja; v8 við garðarnar hann liggur og smeitist, á loyningum sakleys hann drepur, armingar hann við eygunum eltir. v9 Á loynum hann lúrir, sum ljóndjór í helli, lúrir eftir eymar at fanga, og hann teir fangar, tekur teir í hjálma sínum. v10 Slignir teir níga til jarðar, í kløur hans armingar falla. v11 Í sínum hjarta hann sigur: «Guð gloymir, hylur andlit sítt, fær tað aldri at síggja.» v12 Statt upp, Harri, hav upp tínar hendur, Guð, gloym ikki menn í teirra eymd! v13 Hví skal gudleysur vanvirða Guð, siga í sínum hjarta: «Tú revsar ikki!» v14 Sætt tað tú hevur, tí sorg og móð títt eyga skoðar, til tess at líta tað upp í tínar hendur; neyðstaddur troystar á teg, faðirleysum tú hjálpari varðst! v15 Brót arm á gudleysum manni, lat gudloysi illmennis ei verða at síggja! v16 Harrin er kongur um aldur, ævir allar, oyddir eru heidnir menn út úr landi hans. v17 Ynski teirra eymu tú hoyrt hevur, Harri, teirra hjarta tú styrkir, vendir oyra títt til v18 fyri at vinna faðirleysum og hjálparleysum rætt. Ei longur skal maður av jørð halda á at ræða.