Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 100
Ein sálmur, til lovofrið.
v1 Fegnist fyri Harranum jørðin øll! v2 Harranum tænið við gleði! Fyri ásjón hans komið við frøi! v3 Vitið, at Harrin er Guð! Hann okkum skapaði, og hansara vit eru, hans fólk og tað fylgi, hann røktar. v4 Farið inn í hans portur við lovi, í forgarðar hans við prísi! Lovið honum! Signið hans navn! v5 Tí góður er Harrin. Miskunn hans varir um ævir, trúfesti hans ætt eftir ætt.