Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 101
Av Dávidi, ein sálmur.
v1 Um miskunn og rætt eg syngja vil, og fyri tær, Harri, leika. v2 Rættiligari framferð eg gætur gevi, hvar eg við hana varur verði. Í hjarta míns sakloysi ganga eg vil heima við hús hjá mær sjálvum. v3 Einki vil eg níðingsverk stilla mær fyri eygu. Hann, ið illgerð ger, eg hati, við mær hann ikki skal fylgjast. v4 Eitt svikafult hjarta skal víkja mær frá, við illmenni ikki eg kennist. v5 Hann, sum í loyndum útspillir sín næsta, eg oyða vil út. Hann, hvørs eyga er stolt, hvørs hjarta er hástórt, eg ikki kann tola. v6 Til landsins trúføstu hyggur mítt eyga, teir hjá mær skulu búgva. Hann, ið gongur á rættlætis vegi, skal mín tænari vera. v7 Í mínum húsi skal ei hava vist hann, ið við svikum fer. Fyri mínum eygum ei standast skal hann, ið lygn talar. v8 Á hvørjum morgni eg oyða vil út øll illmenni landsins fyri at rudda burtur úr Harrans staði allar illgerningsmenn.