Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 103
Av Dávidi.
v1 Sál mín, Harranum lova, og alt, sum mær er í, heilaga navni hans! v2 Sál mín, Harranum lova, og gloym ikki allar vælgerðir hans! v3 Hann fyrigevur øll misbrot tíni, hann grøðir allar sóttir tínar, v4 hann lív títt frá grøvini loysir, hann teg við miskunn og mildleika krýnir. v5 Hann lyst tína mettar við lukku, tín ungdómur verður nýggjur sum ørnin. v6 Harrin rættvísi innir og rætt móti øllum, ið órætt líða. v7 Hann kunngjørdi Mósesi vegir sínar, Ísraels børnum stórverk síni. v8 Harrin er mildur og náðigur, hevur umbæri og mikla miskunn. v9 Hann vil ikki altíð seta at okkum og ikki goyma vreiði sína um ævir. v10 Hann fer ikki við okkum eftir syndum várum og lønir okkum ikki eftir misbrotum várum. v11 Nei, sum himin er háur yvir jørð, so er miskunn hans stór mót teim, sum hann óttast, v12 sum eystrið er fjarlagt frá vestri, so hevur hann firrað misgerðir várar frá okkum. v13 Sum ein faðir er mildur mót børnum sínum, so er Harrin mildur mót teim, sum hann óttast; v14 tí forløg vár hann kennir, honum kemur í hug, at dust vit eru. v15 Mansins dagar eru sum grasið, sum blómin á markini so blómar hann. v16 Tá vindurin yvir hann fer, er hann horvin, og heimstað hans hann ei kennir meir. v17 Men Harrans miskunn heldur á um aldur og ævir, og rættvísi hans røkkur til barnabørn v18 móti teim, sum halda sáttir hans og boð hans minnast, tey at útinna. v19 Harrin hevur í himni grundað hásæti sítt, og kongsdømi hans yvir øllum ræður! v20 Einglar hans, tit avrekskappar, Harranum lovið, tit, ið boð hans fremja og geva orðum hans ljóð! v21 Harranum lovið, øll herlið hans, sveinar hans, ið fremja hans vilja! v22 Harranum lovið, øll verk hans, á hvørjum bletti í ríki hans! Sál mín, Harranum lova!