Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 104
v1 Sál mín, Harranum lova! Alstórur ert tú, Harri, Guð mín! Við dýrd og stórlæti hevur tú skrýtt teg, v2 sveipar teg í ljósins skrúðir; tenur himmalin út sum eitt tjald, v3 høgaloft títt tú í havdýpi byggir, skýggini gert tú til vagn tín, tú ferðast á vindanna veingjum; v4 stormarnar gert tú til sendiboð tíni, geisandi eld til sveinar tínar. v5 Tú jørðina festi á grundarlagi sínum, hon um aldur og ævir ei vikast. v6 Undirdýpið sum eitt klæði hana fjaldi, vøtnini stóðu um fjøllini upp; v7 men fyri hóttum tínum rýmdu tey, fyri torurødd tíni óttaðust tey, v8 um fjøllini stigu tey upp, í dalirnar tustu tey niður til tann stað, sum tú grundaði teim; v9 eitt mark tú setti, tey ei skulu fara um, ei skulu tey aftur jørðina fjala. v10 Keldur tú leiðir í dølunum fram, fjallanna millum tær renna, v11 øll markarinnar djór tær leska, tey villini esil tosta sín stilla; v12 oman yvir teim eiga himmalsins fuglar, millum leyvið teir lata mál sítt ljóða. v13 Tú fjøllini vatnar frá høgalofti tínum, av verks tíns fruktum verður jørðin mett. v14 Tú letur spretta gras fyri djórum og urtir, sum menn skulu dyrka til tess at bera breyð av jørðini fram, v15 og vín, sum gleðir mansins hjarta til tess at lata andlitið skína av olju, og breyð styrkja mansins hjarta. v16 Harrans trø verða mett av vætu, Libanons sedristrø, sum hann hevur plantað, v17 hvar fuglarnir byggja sær reiður; syprisvið hevur storkurin til bústað. v18 Í høgum fjøllum halda steingeitir til, klettanna millum finna grevlingar skjól. v19 Tú skapaði mánan hátíða vegna, sólin veit, tá hon til viða skal fara; v20 tá tú flytur myrkrið fram, verður nátt, tá tyrpast villdjór í skógum; v21 leyvurnar eftir ránsveiði ýla, frá Guði krevja tær føðslu sína; v22 tá ið sólin rísur, tær sleppa sær burt, fjala sær í hellum sínum; v23 men tá fer maður til yrki sítt út, til arbeiðis inntil kvøldið kemur. v24 Fjølmørg eru, Harri, tíni verk, við vísdómi gjørdi tú øll, jørðin er full av verkum tínum! v25 Sí! Havið stórt og vítt í allar ættir, har ein yðjan er, sum eingin veit tølur á, djór bæði stór og smá; v26 har skipini ferðast, har er Livjatan, sum tú skapaði at leika har. v27 Øll seta tey álit til tín, at tú vilt teim føði veita í góðum tíma; v28 tú teimum gevur, og tey henta upp, tú letur hond tína upp, og tey verða mett av góðum; v29 tú andlit títt fjalir, og tey óttast, tú tekur anda teirra aftur, og tey andast, venda aftur til moldar; v30 tú sendir út anda tín, og tey verða skapað, og nýtt fær foldin yvirbragd. v31 Dýrd Harrans haldi við um allan aldur, hann gleði fái av verkum sínum! v32 hann lítur at jørðini, og hon nøtrar, hann nertur við fjøllini, og tey rúka. v33 Eg um Harran vil syngja, so leingi eg livi, mínum Guði prísa, so leingi eg eri til. v34 Gævi mín songur má vinna hans yndi, í Harranum havi eg frøi mína! v35 Gævi syndarar mega oyðast av jørðini burt, og gudleysir hvørva med alla! Sál mín, Harranum lova! Halleluja!