Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 105
v1 Harranum lovið, ákallið hans navn! Fólkasløgum kunngerið hans stórverk! v2 Fyri honum syngið! Fyri honum leikið! Um undurverk øll hans mælið! v3 Rósið tykkum av hans heilaga navni! Teir, ið Harran dýrka, verið glaðir í hjarta! v4 Eftir Harranum spyrjið og mátti hans! Ásjón hans søkið allar tíðir! v5 Minnist á undur tey, ið hann gjørdi, á tekin hans og dómsorð av munni hans! v6 Tit, tænarar hans, Ábrahams avkom, tit, ið hann kjósaði, synir av Jákupi! v7 Hann, Harrin, hann er vár Guð; um allan heimin ganga hans dómar. v8 Um ævir hann minnist sáttmála sín, gjøgnum túsund ættir tað orðið hann gav; v9 orðið, hann Ábrahami gav, og eið sín til Ísaks, v10 ið hann setti sum samtykt fyri Jákup, sum eina æviga sáttargerð fyri Ísrael, v11 í tí hann segði: «Kánáans land eg geva tær vil, tykkum sum arvalut.» v12 Fámentir vóru teir tá, fáir og fremmandir har. v13 Teir gingu frá fólki til fólks, úr einum ríki í annað. v14 Men ongum hann loyvdi teir at skaða, fyri teirra skuld hann revsaði kongar. v15 «Nertið ikki teir salvaðu mínar; profetum mínum gerið ikki mein!» v16 Hann kallaði hungur yvir landið oman, hann breyt hvørja vón um breyð. v17 Undan teimum hann sendi ein mann, Jósef varð seldur sum trælur. v18 Teir føtur hans píndu við fjøtrum, hann í jarn varð lagdur; v19 inntil orð hans komu í, og Harrans tala gav honum rætt. v20 Kongur sendi boð og slepti honum leysum, fólkanna drottin loysti hans bond. v21 Hann gjørdi hann til harra yvir húsi sínum, at ráða yvir øllum ognum sínum, v22 so at hann eftir vild yvir hans stórmonnum beyð og rættleiðing gav hansara elstu. v23 So til Egyptalands Ísrael kom, og Jákup gisti í landi Kams. v24 Tá mannsterkt hann gjørdi sítt fólk, fleiri í tali enn Egyptalands menn. v25 Hann hjørtum teirra vendi at hata hans fólk og at fara við svikum móti tænarum hans. v26 Tá Móses hann sendi, tænara sín, og Áron, sum hann hevði kjósað. v27 Hann gjørdi síni tekin ímillum teirra, síni undur í landi Kams. v28 Hann sendi myrkur og køvdi alt av, men ikki teir eftir orðum hans tóku. v29 Hann vatnið hjá teimum umskifti til blóð og læt fiskarnar hjá teimum doyggja. v30 Land teirra krykti í froskum, sjálvt í kongsins stovum teir vóru. v31 Hann talaði, og bitflugur komu og mýggj um alt teirra land. v32 Hann hegling teimum gav fyri regn, logandi eld um alt landið. v33 Hann teirra víntrø og fikutrø breyt, feldi trøini um alt teirra land. v34 Hann talaði, og grashoppur komu og flogkykt í yðjandi nøgd, v35 ið ótu allan gróður um landið, allan vøkstur, ið jørð teirra gav. v36 Hann teir frumgitnu allar í landinum sló, mansalvans frumgróður teirra. v37 So læt hann teir fara við silvuri og gulli, og ongum av kyntáttum hans bilaði gongd. v38 Egyptaland gleddist, tá teir fóru avstað, tí ræðsla fyri teimum gekk á teir. v39 Hann breiddi út ský sum eitt skjól og eld til at lýsa á nátt. v40 Teir bóðu, og hann gav teimum lynghøsn, við himnabreyði hann mettaði teir. v41 Hann klettin læt upp, og vatnið rann út, rann gjøgnum oyðimørk eins og ein á. v42 Tí at hann mintist sítt heilaga orð til Ábrahams, tænara síns. v43 Hann førdi sítt fólk út við gleði, sínar útvaldu við fagnaðarrópi. v44 Hann heidninganna lond teimum gav; fólkanna ognir hann læt teir fáa, v45 fyri at teir skuldu boð hans halda og fara eftir lógum hans. Halleluja.