Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 106
v1 Halleluja! Harranum lovið, tí góður hann er, og miskunn hans varir um ævir! v2 Hvør kann siga frá stórverkum Harrans, boða um allan hans heiður? v3 Sælir eru teir, ið varða um rættin, ið rættvísi inna á hvørji tíð! v4 Hav meg, Harri, í huga, við tíni náði móti fólki tínum, vitja meg við frelsu tíni! v5 So at eg skoði lukku teirra útvaldu tína, gleðist við fólks tíns gleði og við ogn tíni fegnist! v6 Vit hava syndað við fedrum várum, vit illa hava gjørt og misbrot int. v7 Fedrar várir í Egyptalandi undrum tínum góvu ei gætur, virdu einki tína stóru náði, vóru stríðir hinum hægsta við Reyðahavið. v8 Tó hann bjargaði teimum fyri navns síns sakir, fyri veldi sítt kunnigt at gera. v9 Hann Reyðahavinum hótti, so at tað legðist turt, hann teir førdi gjøgnum dýpið, sum var tað á heiðum. v10 Hann teimum bjargaði úr hatara hondum, teimum hjálpti úr fígginda valdi. v11 Fíggindar teirra havið fjaldi, ikki ein einasti teirra bjargaður varð. v12 Tá høvdu á orð hans teir trúgv og sungu um heiður hans. v13 Men brátt teir hans gerningar gloymdu og litu ei á hansara ráð. v14 Girnd gekk á teir í oyðimørk, teir freistaðu Guð á heiðum. v15 Hann teimum gav tað, teir kravdu, men sendi teimum megurð í kroppin. v16 Í tjaldbúðunum teir øvundaðu Móses og Áron, hin heilaga Harrans. v17 Tá opnaðist jørðin og gloypti Dátani og lokaðist aftur yvir Ábirams flokki. v18 Eldurin brendi alt teirra lið, login teir gudleysu oyddi. v19 So gjørdu teir sær undir Hóreb ein kálv, og fyri einum stoyptum bílæti teir nigu. v20 Sín stoltleika skiftu teir um fyri bílæti av oksa, ið etur gras. v21 Guð teir gloymdu, frelsara sín, sum stórverk gjørdi í Egyptalandi, v22 undurgerningar í landi Kams og tekin við Reyðahavið. v23 Og hann hugsaði um at oyða teir út, um ikki Móses, hin útvaldi hans, fyri ásjón hans gekk ímillum fyri at venda hans vreiði frá at oyða. v24 Landið, hitt dýrmæta, vrakaðu teir og trúðu ei orðum hans. v25 Í tjaldbúðum sínum knarraðu teir og lýddu ei Harrans rødd. v26 Tá rætti hann upp sína hond og svór at lata teir í oyðimørk falla, v27 at sundra teirra avkom heidninganna millum og spjaða teir runt um í londum. v28 So fóru teir í felag við Báal-Peor og ótu av ofrunum fyri teimum deyðu. v29 Teir voldu honum harm við atferð síni, og ein plága kom millum teirra. v30 Men Pinehas steig fram og helt dóm, og tá helt plágan uppat. v31 Tað varð honum roknað til rættferð ætt eftir ætt, allar ævir. v32 So vaktu teir vreiði við Meribavatnið, og fyri teirra skuld gekst tað Mósesi illa; v33 tí teir vóru stríðir móti anda hans, og óvarliga talaði hans muður. v34 Fólkini týndu teir ikki, sum Harrin við teir hevði sagt; v35 men blandaðust við heidningarnar saman og tóku eftir gerningum teirra. v36 Teir dýrkaðu bílæti síni, og hetta varð teimum ein snerra. v37 Synir sínar og døtur teir drópu til skurðgudarnar. v38 Sakleyst blóð teir rendu, blóð av sínum sonum og døtrum, ið teir ofraðu skurðgudum Kánáans, og landið varð dálkað í blóði. v39 Teir óreinir vórðu av gerningum sínum og gjørdu hor við atferð síni. v40 Tí birtist Harrans vreiði móti fólki hans, og vaml hann fekk fyri eigindómi sínum. v41 Í heidna manna hendur hann gav teir upp, í vald sítt teirra fíggindar teir fingu. v42 Teirra hatarar illa teir píndu, undir hond teirra teir kúgaðir vórðu. v43 Mangar ferðir hann bjargaði teimum, tó teir vóru stríðir móti ráðum hans og smokkaðu niður í syndir sínar. v44 Hann leit til teirra í teirra neyð og lýddi á neyðarróp teirra. v45 Hann mintist til sáttmála sín og eymkaðist av síni miklu miskunn. v46 Hann læt teir várkunn finna hjá øllum, ið gjørdu teir fangar.
v47 Bjarga okkum, Harri, vár Guð! Frá heidningunum savna okkum saman, at vit kunnu lova tínum heilaga navni og av tíni dýrd okkum rósa!
v48 Lovaður veri Harrin, Ísraels Guð, um aldur og allar ævir! Og fólkið alt sigi: Amen! Halleluja!