Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 108
v1 Ein songur, ein sálmur, av Dávidi. v2 Trygt er hjarta mítt, Guð, syngja eg vil og leika, o, tú sál mín, vakna! v3 Vakna saltur og harpa, eg morgunroðan vil vekja! v4 Fólkanna millum eg tær, Harri, vil lova, blant fólkasløg eg um teg vil syngja, v5 tí til himna upp røkkur tín miskunn og til skýggja trúfesti tín! v6 Sýn teg, Guð, í hátign á himni, um allan heimin veri tín dýrd! v7 Til tess at tínir vinir mega bjargaðir vera, hjálp tú við høgru hond tíni og bønhoyr meg! v8 Guð hevur talað í halgidómi sínum: «Í sigursgleði eg vil Sikem býta sundur, Sukkots-dal vil eg skifta. v9 Mítt er Gilead, og mítt er Manasse, Efraim er verja fyri høvdi mínum, Júda mín veldisstavur. v10 Móab er mín tváttarskál, til Edóm eg skógvar mínar blaki, rópi fagnaðarróp yvir Filistaland.» – v11 Men hvør skal meg føra til hin fasta stað, hvør vil meg leiða til Edóm? v12 Tú hevur, Guð, jú rikið okkum burtur, við herum várum tú, o Guð, ikki fylgir út! v13 Veit tú okkum móti fíggindanum hjálp, bert eitt eiti er mannahjálp! v14 Við Guðs hjálp vit skulu stórverk vinna, várar fíggindar hann í mold treður niður.