Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 109
Til songmeistarans, av Dávidi, ein sálmur.
v1 Mín lovsongs Guð, tú ei tigandi ver! v2 Tí gudloysis munn teir móti mær opna, við lygutungu teir við meg tala, v3 við hataraorðum teir kringseta meg og søkja at mær fyri einki. v4 Aftur fyri kærleika mín forfylgja teir meg, sum hildið havi bøn fyri teimum. v5 Gott teir mær løna við illum, við hati fyri kærleika mín. v6 Revsa hann fyri gudloysi hans! Lat ein klagara standa við hans høgru lið! v7 Lat hann sekan ganga av rættinum út og bøn hans veri honum at synd! v8 Lat dagar hans fáar verða, og ein annan taka tað, honum var lagað! v9 Lat børn hans faðirleys verða, og hústrú hans einkju sita! v10 Lat tey sum biddarar fara umkring, verða rikin burtur frá sínum oydda heimi! v11 Lat okurkallin taka alla hans ogn, og fremmandar ræna hans góðs! v12 Lat ongan várkunna honum, og ongan eymka hans faðirleysu børn! v13 Lat eftirslekt hans fara til grundar, við ættarliði einum hans navn verða strokið! v14 Gævi, at Harrin minnist faðirs hans misgerð, og at móður hans synd ei verður gloymd! v15 Gævi, at tær altíð verða Harranum í huga, og at minni hans verður oytt burt av foldum! v16 Tí at hann ikki hugsar um miskunnarverk, men hin arma og neyðstadda pínir, og hin hjartabrotna vil drepa! v17 Hann bølbiðjan elskar – lat tað hann raka! Hann signing hatar – lat tað frá honum víkja! v18 Lat hann klæðast í bølbiðjan, sum eini klæði, lat tað koma í búk hans sum vatn og í liðir hans eins og olja! v19 Tað veri honum sum búni, hann gongur í, sum belti, hann altíð hevur! v20 Hetta veri frá Harranum lønin hjá fíggindum mínum og hjá teimum, ið ilt um meg tala. v21 Men tú, Harri, drottin mín, hjálp mær fyri navns tíns sakir! Góð er jú náði tín, bjarga mær tí! v22 Tí at armur og eymur eg eri, og hjarta mítt stynur mær í brósti. v23 Eg fari sum skuggin, ið hellir, sum grashoppur eg út verði tveittur; v24 knæ míni rista av føstu, hold mítt skorpnar, tí eingin er salvan. v25 Eg teimum eitt spott eri vorðin, tey rista við høvdinum, tá tey meg síggja. v26 Hjálp mær, Harri, mín Guð, bjarga mær av tíni náði, v27 so at teir sanna, at hond tín tað var, at tað vart tú, Harri, ið tað gjørdi! v28 Lat teir bert banna, tá tú vilt vælsigna! Lat fíggindar mínar verða til skammar, men tænara tín seg gleða! v29 Lat øvundarmenn mínar verða klæddar í skomm, verða huldar í skemd sum í skikkju! v30 Eg Harranum almikið takka vil, í mannfjøld eg honum vil lova. v31 Tí fátækum hann stendur við lið fyri at frelsa hann frá teimum, ið hann døma.