Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 11
v1 Til songmeistarans; av Dávidi. Mítt álit eg seti til Harrans. Hvør kunnu tit siga til mína sál: «Flýggja til fjals eins og fuglur! v2 Tí sí, illgerðarmenn bogan spenna, ørvar á streingin leggja fyri í myrkri at skjóta eftir rættsintum monnum! v3 Tá grundarstólparnir sundur støkka, hvat er tá rættvísur mentur?» – v4 Harrin er í heilaga templi sínum, Harrin hevur í himni hásæti sítt. Eygu hans skoða heimin, eygnabrá hans rannsaka menniskjunnar børn. v5 Harrin rannsakar ill og góð, sál hans hatar tann, ið órætt elskar. v6 Svávul og gløðandi brandar hann letur oman yvir gudleysar regna; glóðheitur vindur teimum í steyp verður máldur. v7 Tí rættvísur er Harrin, rættvísi hann elskar, rættsintir fáa hans ásjón at sjá.