Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 110
Av Dávidi; ein sálmur.
v1 Harrin segði við harra mín: «Set teg við høgru hond mína, til tess at eg fái tínar fíggindar lagt sum eina fótskør undir føtur tínar. v2 Frá Zion skal Harrin rætta út veldis tíns kongastav, ráð tú mitt millum fígginda tína. v3 Á herstevnudegi kemur fúsliga fólk títt til funda á heilagum fjøllum; úr fangi morgunroðans kemur til tín ungdóms tíns døgg. v4 Svorið hevur Harrin og ikki tað angrar: Tú prestur skalt verða um allar ævir á Melkisedeks vísi.» v5 Harrin stendur tær við høgru lið, á sínum vreiðidegi hann kongar týnir. v6 Heidninganna millum heldur hann dóm, fyllir við líkum, høvur høggur um víðan vøll. v7 Hann drekkur úr ánni á vegnum, tí ber hann høvur sítt hátt.