Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 111
v1 Halleluja! Eg vil Harranum lova av øllum hjarta, har rættvísir koma saman á fundi. v2 Mikil eru Harrans verk, gjøgnumhugsað eftir øllum sínum málum. v3 Hátign og dýrd er virkan hans, um ævir stendur rættvísi hans. v4 Undrum sínum hann setti eitt minni, náðigur er Harrin og miskunnsamur. v5 Hann føðslu gevur teimum, ið óttast hann, altíð hann minnist sáttmála sín. v6 Mátt gerninga sína hann fólki sínum boðar við teimum at geva heidninganna ognir. v7 Trúfesti og rættferð hans handaverk er, álítandi eru boðorð hans øll; v8 føst tey standa um allar ævir, gjørd tey eru í sannleika og rætti. v9 Endurloysing hann fólki sínum sendi, hann sáttmála sín hevur skipað um ævir; heilagt og øgiligt navn hans er. v10 Harrans ótti er upphav at vísdómi, klókskapur góður hjá øllum, ið taka har eftir. Lov hans varir um allan aldur.