Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 112
v1 Halleluja! Sælur er sá, ið Harran óttast og boð hans elskar av sonnum; v2 mikið á fold verður avkom hans, ætt hins rættvísa verður vælsignað. v3 Vælmegn og ríkidømi í húsi hans er, vælferð hans stendur við allar ævir. v4 Fyri rættsintum birtist ljós í myrkri, mildur og góður hin rættvísi er. v5 Sælur er maður, ið gávumildur er og fegin lænir og allar leiðir sínar gongur í rættferð. v6 Tí aldri hin rættvísi vikast, í ævigum minni hann verður. v7 Fyri ringum tíðindum ikki hann ræðist, hans hjarta er trygt og lítur á Harran; v8 hans hjarta er fast og uttan ótta, til tess at hann við lyst skoðar fíggindar sínar. v9 Hann býtt hevur út og teim fátæku givið, um ævir rættferð hans stendur, í æru hans horn eru reist. v10 Hin gudleysi sær tað og harmast, bítur saman tenn og fer til grundar; vón teirra gudleysu verður til einkis.