Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 113
v1 Halleluja! Syngið lov, tit tænarar Harrans, syngið Harrans navni lov! v2 Signað veri Harrans navn nú og um allar ævir! v3 Frá sólarrisi til sólarlag veri Harrans navn hálovað! v4 Hann hevjaður er yvir fólkasløg øll, yvir himnarnar dýrd hans er. v5 Hvør er sum Harrin, vár Guð, hann, ið situr so høgt, v6 hann, ið sær so djúpt á himni og á jørð? v7 Hann, ið reisir hin arma úr moldum upp og hin vesæla lyftir úr skarni v8 fyri at geva honum sæti høvdinga millum, hjá høvdingum at fólki sínum. v9 Hann, ið letur ta ófruktbaru heima búgva sum glaða barnamóður! Halleluja!