Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 115
v1 Ikki okkum, Harri, ikki okkum, men navni tínum gevi tú æru fyri miskunnar tínar, fyri trúfesti tínar sakir! v2 Hví skulu heiðin fólk siga: «Hvar er nú teirra Guð?» v3 meðan Guð vár tó er á himni og ger alt tað, ið hann lystir! v4 Skurðgudar teirra eru silvur og gull, gjørdir av mannahondum. v5 Teir hava munn, men tala ikki, hava eygu, men kunnu ei síggja, v6 hava oyru, men kunnu ei hoyra, hava nasar, men kenna ikki lukt, v7 hava hendur, men kunnu ei taka, hava føtur, men kunnu ei ganga, ei teir mæla við sínum barka. v8 Teimum líkir verða teir, ið teir gjørdu, allir, ið líta á teir. v9 Men Ísrael lítur á Harran, hann er teirra hjálp og verja. v10 Árons ætt lítur á Harran, hann er teirra hjálp og verja. v11 Teir, ið Harran óttast, líta á Harran, hann er teirra hjálp og verja. v12 Harrin okkum minnist, hann vil vælsigna. Ísraels ætt vil hann signa, Árons ætt vil hann signa. v13 Teir, ið Harran óttast, vil hann signa, øll, bæði smá og stór. v14 Harrin vil lata tykkum vaksa, tykkum og tykkara børn. v15 Av Harranum eru tit signað, ið skapaði himmal og jørð. v16 Himmalin er himmal fyri Harranum, men jørðina hann menniskjum gav. v17 Teir deyðu ei Harranum lova, og eingin teirra, sum í kvirr fóru niður. v18 Men vit, vit vilja Harranum lova nú og um allar ævir. Halleluja!