Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 116
v1 Eg Harran elski, tí at hann hoyrir mína rødd, mítt bønliga róp; v2 tí at hann vendir oyra sítt til mín; eg allar mínar dagar vil kalla á hann. v3 Tá ið deyðans bond verða um meg spent, og heljarræðslur mær møta, tá ið eg eri staddur í trongd og neyð, v4 tá kalli eg á Harrans navn: «Sál míni bjarga tú, Harri!» v5 Mildur og rættvísur Harrin er, miskunnsamur er vár Guð. v6 Harrin teir verndarleysu varðar, í hjálparloysi mínum hjálpir hann mær. v7 Vend aftur, sál mín, til tína ró, tí Harrin ger væl móti tær! v8 Ja, tú sál míni bjargar úr deyða, mínum eyga frá gráti, mínum fóti frá falli. v9 Fyri Harrans ásjón eg gangi í lívsins landi. v10 Eg eri glaður og reystur, um enn eg má siga: «Sára eymur eg eri.» v11 Í míni angist eg segði: «Ber blekking eru menniskju øll!» v12 Hvat skal eg Harranum geva aftur fyri allar vælgerðir hans móti mær? v13 Frelsunnar bikar eg hevja vil hátt, og Harrans navn eg kalla vil á. v14 Míni lyfti til Harrans halda eg vil fyri eygunum á øllum hans fólki. v15 Dýrur er í Harrans eygum deyðin hjá dýrkarum hans. v16 Á, Harri! – eg eri tænari tín, tænari tín, sonur trælkonu tínar, tú loysir meg úr bondum mínum. v17 Lovoffur vil eg tær bera, á Harrans navn vil eg kalla. v18 Míni lyfti til Harrans halda eg vil fyri eygunum á øllum hans fólki, v19 í tempulforgørðum Harrans, í tínari miðju, Jerúsalem! Halleluja!