Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 118
v1 Harranum lovið, tí góður hann er, tí miskunn hans varir um ævir! v2 Taka skal Ísrael undir: «Ja, miskunn hans varir um ævir!» v3 Siga skal Árons ætt: «Ja, miskunn hans varir um ævir!» v4 Siga skulu teir, ið Harran óttast: «Ja, miskunn hans varir um ævir!» v5 Úr trongdini eg rópti á Harran, á víðavangi meg Harrin bønhoyrdi. v6 Harrin er við mær, ikki eg óttist, hvat kunnu mær menniskjur gera? v7 Harrin er hjálparmaður mín, við lyst eg man mínar hatarar síggja. v8 Betri er til Harrans at leita enn á menniskjur at líta. v9 Betri er til Harrans at leita enn á høvdingar at líta! v10 Heiðin fólk øll søktu at mær, í Harrans navni eg av teimum vann. v11 Frá øllum síðum tey kringsettu meg, í Harrans navni eg av teimum vann. v12 Tey flyktust um meg sum býflugur um vaks, (í Harrans navni eg av teimum vann). Tey leikaðu sum eldur í tornagreinum, í Harrans navni eg av teimum vann. v13 Eg árendur varð og var komin til fals, men Harrin var mær til hjálpar. v14 Máttur mín og lovsongur Harrin var, og hann varð mær til frelsu. v15 Gleðiróp hoyrast og sigursljóð í tjaldbúðum rættvísra manna: v16 «Harrans høgra hond kraftarverk innir, Harrans høgra hond hevjað er, Harrans høgra hond kraftarverk innir!» v17 Ikki eg doyggja skal, men liva og siga frá gerningum Harrans. v18 Harðliga hevur Harrin meg revsað, men ikki hann til deyðans meg gav. v19 Latið upp fyri mær rættvísiportur, at eg kann fara inn og Harranum lova! v20 Hetta er Harrans portur, rættvísir her ganga inn! v21 Eg tær lovi, tí at tú meg bønhoyrdi, og tú mær til frelsu ert vorðin! v22 Steinurin, ið smiðirnir vrakaðu, er vorðin hornsteinur. v23 Frá Harranum hetta er komið, tað er undurfult í várum eygum. v24 Hetta er dagurin, ið Harrin hevur gjørt, lat okkum fegnast og gleðast á honum! v25 Á, Harri, gev tú tá frelsu! á, Harri, lat tað tá eydnast! v26 Vælsignaður veri hann, sum kemur í Harrans navni! Frá Harrans húsi vit tykkum vælsigna. v27 Harrin er Guð, og hann gjørdi tað ljóst fyri okkum! Sláið ring við greinum og dansið at altarsins hornum! v28 Guð mín ert tú, eg vil tær lova. Guð mín, eg vil tær lovprísa! v29 Harranum lovið, tí góður hann er, tí miskunn hans varir um ævir!