Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 119
v1 Sælir eru teir, ið rættan veg ganga, sum halda seg eftir Harrans lóg. v2 Sælir eru teir, sum boðorð hans halda, sum hann av øllum hjarta søkja, v3 sum ikki nakran órætt gera, men ganga á leiðum hans. v4 Tú hevur boð tíni givið, at ein teimum væl skal ansa. v5 Gævi mínir vegir verða so fastir, at eg má halda viðtektir tínar! v6 Tá skal eg ikki verða til skammar, tá ið eg líti at øllum tínum boðum. v7 Av heilum hugu eg vil tær takka, tá ið eg læri tínar rættvísu dómar. v8 Eg tínum ráðum vil geva gætur, so vilt tú aldri frá mær fara.
v9 Við hvørjum skal ungur halda leið sína reina? við at halda seg eftir orði tínum. v10 Av øllum mínum hjarta eg havi teg søkt, lat meg ei villast frá boðum tínum burtur! v11 Eg orð tíni goymi í mínum hjarta, fyri at eg ikki skal synda móti tær. v12 Lovaður veri tú, Harri, kenn mær boðorð tíni! v13 Við mínum vørrum rokni eg upp allar avgerðir av tínum munni. v14 Eg gleðist um vegir vitnisburða tína alvæl meira enn um ríkdóm. v15 Um tíni boðorð grunda eg vil og hyggja at vegum tínum. v16 Um lógir tínar fegnist eg, og orð tíni ikki eg gloymi.
v17 Unna tænara tínum at liva, at eg kann orð tíni halda! v18 Lat upp eygu míni, at síggja eg kann undrini í tíni lóg! v19 Fremmandur eg eri í heimi, fjal ikki fyri mær ráðini tíni! v20 Sál mín pínist av longsli á hvørji stund eftir avgerðum tínum. v21 Tú hóttir teir freku, teir bannaðir eru, ið víkja frá tilskilan tíni. v22 Tak burtur av mær skomm og spott, tí samtyktir tínar havi eg hildið! v23 Um so høvdingar leggja móti mær ráð, hugsar um boð tíni tænari tín. v24 Vitnisburðir tínir eru mín lyst, eru ráðamenn mínir.
v25 Sál mín við dusmið hongur, lívga meg eftir orðum tínum! v26 Eg greiddi frá vegum mínum, tú meg bønhoyrdi, kenn mær boðorð tíni! v27 Lat meg skilja vegin í boðum tínum, at eg kann grunda um undur tíni! v28 Sál mín grætur av sorg, reis meg upp eftir orði tínum! v29 Halt lygigøtu frá mær burtur, gev mær í náði tína lóg! v30 Trúskapar gøtu havi eg valt, samtyktir tínar stundi eg á. v31 Við viðtektir tínar hangi eg fastur. Harri, lat meg ei verða til skammar! v32 Eg renni veg vitnisburða tína, tí hjarta mítt uggaði tú.
v33 Kenn mær, Harri, veg boðorða tína, at eg tey til enda kann halda! v34 Lýs upp hug mín at halda tína lóg og henni fylgja av øllum mínum hjarta! v35 Leið meg á gøtu boðorða tína, tí til hennara havi eg tokka! v36 Boygg mítt hjarta at samtyktum tínum og ikki til órættan vinning! v37 Vend mínum eygum frá at hyggja at fáfongd, lívga meg við tínum orði! v38 Staðfest fyri tænara tínum sagnir tínar, sum geva ótta til tín. v39 Tak skomm mína burtur, sum eg stúri fyri, tí góðar eru ráðagerðir tínar! v40 Sí, mær leingist eftir boðorðum tínum, lívga meg við rættvísi tíni! v41 Lat góðsku tína verða mær fyri, Harri, frelsu tína eftir tínum orðum, v42 at eg kann geva mínum spottarum svar, tí at orð títt líti eg á! v43 Tak ikki sannleikans orð mær heilt úr munni, tí eftir avgerðum tínum eg bíði! v44 Lat meg altíð lóg tína halda um aldur og allar ævir, v45 so vil eg ferðast um víðan vøll, tí samtyktir tínar eg søki. v46 Um vitnisburðir tínar eg fyri kongum vil tala, og ikki eg verða skal fyri skommum. v47 Gleðast eg vil um boðorð tíni, sum eg eri góður við. v48 At tínum elskaðu boðum eg hondina rætti og grundi um forskriftir tínar.
v49 Minst til orð títt fyri tænara tínum, tí at tú hevur latið meg vóna! v50 Tað er í neyðini uggan mín, at orð títt hevur meg hugað. v51 Frekir meg háða í stórum, men eg lóg tíni ei víki frá. v52 Eg minnist tínar dómar í forðum, Harri, og uggan eg fái. v53 Eg brennandi vreiður um teir gudleysu eri, sum lóg tíni frá eru falnir. v54 Til sangir vórðu mær boðorð tíni í útlegdar húsi mínum. v55 Eg minnist, Harri, navn títt á nátt og gevi lóg tíni gætur. v56 Hetta er mær fallið í lut at halda boðorð tíni.
v57 Lutur mín Harrin er, eg havi sett mær fyri at halda tíni orð. v58 Eg teg bønliga bað av øllum mínum hjarta, náða meg eftir orðum tínum! v59 Um mínar vegir eg hugsað havi og fót mín flutt aftur til viðtektir tínar. v60 Eg skundaði mær og bíðaði ikki við at halda samtyktir tínar. v61 Snerrur gudleysra manna um meg eru, men lóg tína eg ikki havi gloymt. v62 Á miðjari nátt eg fari upp tær at prísa fyri tínar rættvísu reglur. v63 Eg eri felagi teirra, ið óttast teg og halda avgerðir tínar. v64 Miskunn tín, Harri, jørðina fyllir, kenn mær boðorð tíni!
v65 Væl hevur tú tínum tænara gjørt, Harri, eftir orðum tínum. v66 Lær meg gott vit og skil, tí á boðorð tíni eg líti! v67 Villur eg fór, áðrenn eg varð boygdur, men nú gevi eg orðum tínum gætur. v68 Góður tú ert, og gott tú gert, kenn mær boðorð tíni! v69 Vándir meg dálka við lygnum, men av øllum hjarta eg haldi tíni boð. v70 Feitt sum tálg er hjarta teirra, men eg um lóg tína glaður eri. v71 Tað var mær at gagni, at eg boygdur varð, so at eg kann læra forskriftir tínar. v72 Lógin av munni tínum er mær betri enn gull og silvur í túsundtali.
v73 Hendur tínar hava meg gjørt og meg skapað, kenn mær, at eg boð tíni læri! v74 Lat tey, ið teg óttast, meg síggja og gleðast, tí eftir orðum tínum eg bíði! v75 Harri, eg veit, at tíni ráð eru rættvís, og at tú í trúskapi hevur meg boygt. v76 Lat góðsku tína verða mín uggan eftir orðum tínum til tænara tíns! v77 Lat miskunn tína verða mær fyri, at eg liva má; lóg tín er mín lyst! v78 Lat vándar skammast, tí við lygnum teir órætta meg, eg grundi um samtyktir tínar. v79 Lat teir venda sær til mín, ið teg óttast, og teir, ið kenna avgerðir tínar! v80 Lat hjarta mítt vera fullkomið í tínum boðum, at eg ikki má verða til skammar!
v81 Sál mín tráar eftir frelsu tíni, eftir tínum orði eg bíði. v82 Eygu míni tráa eftir orðum frá tær, eg sigi: Nær vilt tú veita mær ugga? v83 Tí eg eri eins og leðursekkur í royki, men boð tíni eg ikki havi gloymt. v84 Hvussu mangir eru dagar tænara tíns. Nær vilt tú døma mínar øvundarmenn? v85 Frekir hava gravað fyri mær gravir, menn, sum ikki lóg tína halda. v86 Trúføst eru øll boðorð tíni, við lygnum teir eftir mær eru, mær hjálp! v87 Tætt við teir hava oytt meg í landinum, men samtyktir tínar eg ikki havi svikið. v88 Lívga tú meg eftir mildi tíni, at eg kann goyma vitnisburðin av tínum munni!
v89 Um allar ævir, Harri, orð títt er, fast tað stendur á himni. v90 Ætt eftir ætt varir trúskapur tín, tú jørðina grundaði, og hon stendur. v91 Samtyktir tínar standa við, tað eru tær, ið hava hildið tínum tænara uppi. v92 Hevði lóg tín ikki verið mín lyst, so var eg í eymd míni farin til grundar. v93 Boðorð tíni eg onga tíð gloymi, tí við teimum tú hevur meg lívgað. v94 Tú meg eigur, hjálp tú mær, tí boðorðum tínum eg spurt havi eftir! v95 Vándir mær bíða, meg at týna, men vitnisburðum tínum gevi eg gætur. v96 Fyri øllum fullkomnum síggi eg mark, men boð tíni hava ei mál.
v97 Hvør eg lóg tína elski, allan dagin hon er mær í huga. v98 Boðorð tíni meg vísari gera um fíggindar mínar, tí altíð tey eru mær hjá. v99 Eg klókari eri enn allir lærarar mínir, tí um vitnisburðir tínar eg grundi. v100 Eg vitugari eri enn teir gomlu, tí um samtyktir tínar eg hugsi. v101 Frá hvørjum illum vegi eg fóti mínum haldi aftur, fyri at halda mær á tínum vegi. v102 Frá avgerðum tínum eg ei eri vikin, tí tú hevur givið mær kunnskap. v103 Hvør søt er tín tala fyri góma mín, meira enn hunangur fyri mín munn! v104 Við boðorðum tínum eg klókskap havi fingið, tí eg hati hvørja lygigøtu.
v105 Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni. v106 Svorið eg havi og tað hildið, at halda tínar rættvísu reglur. v107 Sára eg niðurboygdur eri, Harri, meg lívga eftir orði tínum! v108 Lat ofrið av mínum munni tær dáma, og kenn mær, Harri, forskriftir tínar! v109 Altíð eg gangi við lívinum í hondunum, men lóg tína ikki eg gloymi. v110 Vándir seta fyri meg snerrur, men frá boðum tínum eg ikki eri vilstur. v111 Vitnisburðir tínir eru ogn mín um ævir, tí mín hjartans gleði teir eru. v112 Eg mínum hjarta havi vent at gera tíni boð um ævir og alt til enda.
v113 Eg teir tvísintu hati, men eg lóg tína elski. v114 Skjól mítt og skjøldur tú ert, tínum orðum eg bíði. v115 Víkið frá mær, vándir menn, eg Guðs míns boð vil halda! v116 Styðja meg eftir tínum orði, at eg má liva, og lat í míni vón meg ikki verða til skammar! v117 Halt mær uppi, at eg má verða frelstur og altíð við gleði at boðum tínum líta! v118 Tú allar teir vrakar, ið havna tíni boð, tí ástundan teirra er lygn. v119 Eins og berskaka tú metir allar vándar á jørð, harfyri eg elski vitnisburðir tínar. v120 Tað ristir í mínum kjøti av ræðslu fyri tær, fyri ráðum tínum eg óttist.
v121 Eg rætt og skjal havi gjørt, gev meg ikki upp til kúgarar mínar! v122 Gakk í veður fyri tænara tín, lat ikki frekar meg kúga! v123 Eygu míni tráa eftir frelsu tíni og eftir tíni rættvísu talu. v124 Ger við tænara tín eftir miskunn tíni og kenn mær boðorð tíni! v125 Tænari tín eg eri; gev mær vit, at eg má kenna samtyktir tínar. v126 Tíð er hjá Harranum okkurt at gera, teir hava lóg tína brotið. v127 Tí eg elski boðorð tíni meira enn gull og gripir. v128 Tí eg haldi mær eftir øllum tínum boðum, og hvørja lygigøtu eg hati.
v129 Vitnisburðir tínir undurfullir eru, tí tekur sál mín teir vara. v130 Opinbering orða tína íbirtir ljós, ger teir óroyndu vísar. v131 Eg munn mín opni og mungi, tí eg stundi á boðorð tíni. v132 Vend tær til mín og náða meg, sum rætt er mót teimum, ið navn títt elska! v133 Fest míni fet við orðum tínum, lat ongan órætt mær valda! v134 Bjarga mær úr yvirgangi manna, at eg kann halda samtyktir tínar! v135 Lat andlit títt lýsa yvir tænara tínum og kenn mær boðorð tíni! v136 Áarløkir renna úr eygum mínum, tí teir ikki lóg tína halda.
v137 Rættvísur ert tú, Harri, og rættir eru dómar tínir. v138 Samtyktir tínar tú í rættvísi gjørdi og í trúskapi miklum. v139 Mítt yvri hevur meg etið, tí fíggindar mínir hava gloymt tíni orð. v140 Heilt er reinsað tala tín, og tænari tín hana elskar. v141 Lítil eg eri og lítið virdur, men boðorð tíni eg ikki havi gloymt. v142 Rættvísi tín um ævir er rættur, og lóg tín trúfesti er. v143 Neyð og trongd meg hava rakað, men boð tíni eru mín lyst. v144 Samtyktir tínar eru rættur um ævir, gev mær skyn, at eg má liva!
v145 Eg rópi av øllum hjarta, svara mær, Harri, eg haldi tíni boð! v146 Eg á teg kalli, hjálp tú mær, at eg kann fylgja samtyktum tínum! v147 Árla í lýsing eg rópi og bíði eftir orðum tínum. v148 Míni eygu eru undan vøkunum vakin fyri at grunda um tíni orð. v149 Hoyr mína rødd eftir mildi tíni, lívga meg, Harri, eftir ráðum tínum! v150 Nær eru teir, ið hugsa um illgerð, langt teir eru frá lóg tíni burtur. v151 Tú, Harri, ert nær, og sannleikur eru øll tíni boð. v152 Úr forðum veit eg av vitnisburðum tínum, at tú teir um ævir hevur grundað!
v153 Hygg til mína stóru neyð og mær hjálp, tí lóg tína eg ikki havi gloymt! v154 Stríð fyri sak mína og loys meg út, lívga meg eftir orðum tínum! v155 Fjart er frelsan frá vándum burtur, tí eftir boðum tínum ikki teir spyrja. v156 Mikil er, Harri, miskunn tín, lívga meg eftir ráðum tínum! v157 Mangir eru fíggindar og hatarar mínir, frá samtyktum tínum eg ikki eri vikin. v158 Eg trúleysar havi sæð og fekk vaml, tí orð tíni ikki teir hildu. v159 Sí, eg elski vitnisburðir tínar, Harri, lívga meg eftir tíni miskunn! v160 Samtalið av tínum orðum sannleiki er, um ævir vara tíni rættvísu ráð.
v161 Uttan grund at mær høvdingar søkja, men hjarta mítt orð tíni óttast. v162 Glaður eg eri um talu tína sum maður, ið veiðir góðan fong. v163 Lygn eg hati og skýggi, men lóg tína havi eg elskað. v164 Sjey ferðir um dagin eg tær lovi fyri tínar rættvísu dómar. v165 Miklan frið eiga teir, ið lóg tína elska, og eingin er meinbogin teimum fyri. v166 Eg frelsu tíni bíði, Harri, og boðorð tíni eg haldi. v167 Vitnisburðir tínar sál mín goymir, og so sára eg teir elski. v168 Eg samtyktir tínar og boð tíni haldi, tí allir mínir vegir eru tær fyri eygum.
v169 Lat neyðarróp mítt koma fyri títt andlit, gev, Harri, mær skyn eftir orðum tínum! v170 Lat mína stynjan koma fyri ásjón tína, bjarga mær eftir orðum tínum! v171 Varrar mínar skulu lov títt floyma, tí boð tíni tú mær kennir. v172 Tunga mín syngur um tíni orð, tí rættvísi eru øll boðorð tíni. v173 Hond tín mær komi til hjálpar, tí valt eg havi samtyktir tínar! v174 Mær leingist, Harri, eftir frelsu tíni, og lóg tín er mín lyst. v175 Lat sál mína liva, at eg kann tær lova, og ráð tíni mær verði til hjálpar! v176 Villur eg fór, leita upp tænara tín sum ein burturvilstan seyð, tí samtyktir tínar eg ikki havi gloymt!