Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 12
v1 Til songmeistarans; til sjeminitt; ein sálmur av Dávidi. v2 Hjálp tú, Harri, tí gudsótti er horvin, frá monnum er trúskapur vikin; v3 lygn teir tala, hvør við annan, við sleiskum vørrum, við tvífaldum sinni teir tala. v4 Gævi Harrin oyddi allar sleiskar varrar, hvørja tungu, ið hámikil mælir; v5 teir, ið siga: «Við vári tungu vit sterkir eru, várar varrar við okkum eru, hvør er harri vár?» v6 «Fyri valdsgerð mót eymum, fyri stynjan teirra ørmu eg nú reisast vil,» sigur Harrin, «og frælsi geva hvørjum, ið stundar hará.» v7 Orð Harrans eru rein orð, skírt silvur, sjey ferðir reinskað gull. v8 Tú vilt tey varða, Harri, okkum verja mót hesi slekt, allar ævir. v9 Víða sveima illgerðarmenn, tá níðingskapur metist høgt millum manna.