Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 120
Ein pílagrímsferðarsongur.
v1 Á Harran eg kallaði í míni neyð, og hann mær svaraði aftur. v2 Harri, sál míni bjarga frá lygivørrum, frá svikafullari tungu! v3 Hvat skal teg ráma og aftur ráma, tú svikatunga! v4 Ørvar valdsharrans hvestar eru í glóðum av gývilrunni. v5 Eya meg, sum fremmandur eri hjá Meseki, og búgvi við Kedars tjøld! v6 Ov leingi hevur sál mín dvølst hjá teimum, ið hata frið. v7 Sjálvt um eg friðarorð mæli, eru teir til reiðar til kríggj.