Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 122
Ein pílagrímsferðarsongur; av Dávidi. v1 Eg gleðist, tá ið tey siga við meg: «Vit fara í Harrans hús.» v2 Føtur várir staðið hava í tínum liðum, Jerúsalem! v3 Jerúsalem, bygd sum ein staður, har fólkið alt kemur saman, v4 hagar fara ættirnar niðan, Harrans ættir. Hjá Ísrael er tað ein samtykt at prísa Harrans navni har. v5 Tí har eru dómstólar settir, stólar fyri Dávids hús. v6 Biðið um frið fyri Jerúsalem! Væl veri hennar tjaldbúðum fyri! v7 Á múrum tínum friður veri, trygd í tínum borgum! v8 Fyri brøðra mína og frænda sakir ynski eg tær frið! v9 Fyri Guðs várs, Harrans tempuls skuld biði eg um tína lukku!