Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 123
Ein pílagrímsferðarsongur.
v1 Til tín eg lyfti upp eygu míni, sum hátt á himni situr! v2 Sí, sum eygu trælanna líta at húsbóndans hond, sum eygu trælkonunnar líta at húsfrúnnar hond, soleiðis líta upp eygu vár til Harrans, várs Guðs, inntil hann okkum miskunnar. v3 Miskunna, Harri, miskunna okkum, tí ovurmett vit eru av háð! v4 Ovurmett er vár sál av spotti frá teimum hástóru, av háð frá teimum hugmóðigu.