Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 124
Ein pílagrímsferðarsongur; av Dávidi. v1 Um ikki Harrin hevði við okkum verið, soleiðis Ísrael sigi! v2 Um ikki Harrin hevði við okkum verið, tá menniskjur reistust mót okkum, v3 so høvdu tær okkum livandi etið, tá vreiði teirra birtist mót okkum, v4 so høvdu aldurnar skolað okkum burtur, flóðin var farin upp um vára sál; v5 so høvdu teir brotið um vára sál, teir óføru sjógvar. v6 Lov fái Harrin, ið ei gav okkum upp sum bráð fyri tonnum teirra! v7 Sál vár rætt sum fuglurin slapp úr fuglamansins snerru. Snerran fór sundur, og sloppin vit vóru. v8 Í Harrans navni er okkara hjálp, skapara himmals og jarðar.