Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 126
Ein pílagrímsferðarsongur.
v1 Tá ið Harrin vendi lagnu Zions, tá sum í dreymum vit gingu; v2 tá av látri varð muður vár fullur, vár tunga av fagnaðarrópi; tá ljóðaði tað heidninganna millum: «Stórverk hevur Harrin móti hesum gjørt.» v3 Ja, stórverk gjørdi Harrin móti okkum, og fegin vit vórðu. v4 Harri, vend tú lagnu vári sum áarløkum í suðurlandi! v5 Tey, ið sáa við gráti, skulu heysta við gleði. v6 Grátandi fara tey sáandi sáðið, fegin koma tey berandi bundi.