Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 127
Ein pílagrímsferðarsongur, av Sálomoni.
v1 Um Harrin ikki húsið byggir, tá til einkis smiðirnir starva; um Harrin ikki staðin varðar, tá til einkis vaktarin vakir. v2 Til einkis fara tit tíðliga upp og ganga síðla til hvíldar og eta møðisamt breyð; tað sama hann vini sínum gevur í svøvni. v3 Sí, ein Harrans gáva eru synir, lívsins frukt er ein løn. v4 Sum ørvar í hond á kappa, so eru ungdóms synir. v5 Sælur er maður, ið ørvahúsan fyltan hevur við teimum; teir verða ikki til skammar, tá teir í liðinum við fíggindar tingast.