Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 128
Ein pílagrímsferðarsongur.
v1 Sælur er hann, sum Harran óttast, og sum leiðir hans gongur. v2 Tað, ið hendur tínar avrika, njóta tú skalt, sælur ert tú, væl veit tær við! v3 Kona tín er sum eitt fruktagott víntræ inni í húsi tínum. Synir tínir sum oljukvistar rundan um borðið hjá tær. v4 Ja, soleiðis verður signaður maður, ið ber fyri Harranum ótta. v5 Harrin vil teg frá Zion vælsigna, glaður tú skoða skalt Jerúsalems eydnu allar dagar á ævi tíni. v6 Og sonasynir tínar fært tú at síggja! Friður yvir Jerúsalem!