Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 129
Ein pílagrímsferðarsongur.
v1 Mangt hava teir illa við meg gjørt frá ungdómi mínum – so sigi Ísrael – v2 mangt hava teir illa við meg gjørt frá ungdómi mínum, men ikki teir vunnu á mær. v3 Á mínum baki hava pløgingarmenn pløgt og gjørt foyrurnar langar; v4 men Harrin er rættvísur, sundur hann sleit gudleysra manna reip! v5 Við skommum skulu teir undan víkja allir fíggindar Zions, v6 og verða sum grasið á tekjum, ið følnar, áðrenn tað er vaksið, v7 so at sláttumaðurin ikki fær upp í nevan, og hoykonan ikki ein føvning, v8 og tey, ið koma framvið, ikki siga: «Harrin signi tykkum!»