Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 13
v1 Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi. v2 Harri, hvør leingi vilt tú meg allar ævir gloyma? Hvør leingi vilt tú títt andlit fyri mær fjala? v3 Hvør leingi skal eg bera harm í míni sál, trega í mínum hjarta dag eftir dag? Hvør leingi skal fíggindi mín sær bretta av mær? v4 Lít til mín, svara mær, Harri, Guð mín! Birt mær í eyga ljós, at eg ei skal sova deyðans blund, v5 at ei fíggindi mín skal siga: «Á honum vann eg sigur,» mínir øvundarmenn frøast, tí at eg mátti lúta. v6 Eg líti á miskunn tína, lat hjarta mítt frøast av frelsu tíni! Lat meg Harranum lova, tí væl hevur hann mær gjørt!