Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 130
Ein pílagrímsferðarsongur.
v1 Úr djúpunum, Harri, eg rópi á teg, v2 Harri, hoyr mína rødd! Oyru tíni lat lýða á mína bønligu reyst! v3 Um tú, Harri, gavst syndunum far, Harri, hvør kundi tá staðið við? v4 Men hjá tær er syndafyrigeving, at tey mega óttast teg. v5 Eg Harranum bíði, sál mín bíðar, orð hans líti eg á. v6 Meira enn vaktarmenn bíða eftir morgni, v7 Ísrael Harranum bíðar; tí hjá Harranum er náði og mikil loysn. v8 Hann vil Ísrael loysa frá syndum tess øllum.