Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 132
Ein pílagrímsferðarsongur.
v1 Minst tú, Harri, Dávidi allar treytir hans, v2 hvussu hann Harranum svór, gjørdi Jákups veldiga lyfti: v3 «Eg vil ei ganga inn í tjaldhús mítt og ei fara upp í mína song, v4 ei unna eygum mínum svøvn ella eygnalokum mínum blund, v5 fyrr enn eg havi funnið fyri Harranum stað, ein bústað fyri Jákups veldiga!» v6 «Sí, vit hava um hann hoyrt í Efrata, funnið hann á Jáars mørkum. v7 Latum okkum fara at bústaði hans og níga niður fyri fótskør hans! v8 Rís, Harri, og far á hvíldarstað tín, tú og ørk veldis tíns! v9 Lat prestar tínar í rættlæti klæðast, og dýrkarar tínar fegnast! v10 Fyri sakir Dávids, tænara tíns, vís ei tínum salvaða burtur!» v11 Harrin hevur Dávidi trygdareið svorið, sum ei hann man ganga frá: «Av ávøksti lenda tína vil eg seta mann í hásæti títt. v12 Um synir tínir halda sáttmála mín og boðorð tey, eg teimum kenni, skulu eisini synir teirra um ævir sita í hásæti tínum.» v13 Tí Zion hevur Harrin valt sær út, kannað sær tað til bústað: v14 «Hetta er hvíldarstaður mín um ævir, her vil eg búgva, tí eg havi hann mær kannað. v15 Vistir hans vil eg vissuliga signa, og fátækar hans vil eg metta við breyði. v16 Prestar hans vil eg klæða í frelsu, og gudsdýrkarar hans skulu rópa í fegni. v17 Har lati eg vaksa fyri Dávidi horn, har búgvi eg mínum salvaða lampu til. v18 Fíggindar hans eg klæði í skomm, men á honum skal krúna hans ljóma.»