Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 133
Ein pílagrímsferðarsongur; av Dávidi.
v1 Sí, hvussu gott og yndisligt tað er, tá ið brøður búgva saman. v2 Eins og á høvdinum valaoljan, ið rennur niður í skeggið, skegg Árons, ið fellur niður á kyrtilfald hans. v3 Eins og Hermons døgg, ið fellur niður á Zions fjøll, tí at har hevur Harrin boðið út signing, lív um aldur og ævir.