Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 135
v1 Halleluja! Lovið Harrans navni, lovið, tit tænarar Harrans, v2 ið standa í Harrans húsi, í forgørðum hús várs Guðs! v3 Harranum lovið, tí góður er Harrin, leikið fyri navni hans, tí yndisligt tað er! v4 Tí Jákup hevur Harrin sær kosið, Ísrael sær til ognar og óðals. v5 Tí at eg veit, at mikil er Harrin, drottin vár, meiri enn allir gudar. v6 Harrin ger alt tað, ið honum tykir á himni og á jørð, í havinum og djúpunum øllum. v7 Hann leiðir skýggini upp frá endamarkum jarðar, letur snarljós verða at regni og sleppir storminum út úr goymslum sínum. v8 Hann, ið teir frumgitnu Egyptalands sló, bæði menn og djór, v9 sendi tekin og undur yvir teg, Egyptaland, móti Fárao og øllum hans sveinum. v10 Hann, ið mangar tjóðir sló og feldi veldigar kongar. v11 Sihon, Ámoritakongin, og Og, kongin í Básjan, og kongaríki øll í Kánáan, v12 og gav teirra land til ognar, til ognar hjá Ísrael, fólki sínum. v13 Harri, navn títt varir um ævir, áminning tín, Harri, ætt eftir ætt; v14 tí Harrin rætt veitir fólki sínum og eymkast yvir tænarar sínar. v15 Skurðgudar heidninganna eru silvur og gull, verk av manna hondum. v16 Munn teir hava, men tala ikki, eygu, men kunnu ei síggja. v17 Oyru teir hava, men hoyra ikki, og eingin er andadráttur í munni teirra. v18 Teimum líkir verða teir, ið teir gjørdu, allir teir, ið á teir troysta. v19 Ísraels ætt, Harranum lovið! Árons ætt, Harranum lovið! v20 Levi ætt, Harranum lovið! Tit, ið Harran óttast, Harranum lovið! v21 Lovaður veri Harrin frá Zion, hann, sum býr í Jerúsalem! Halleluja!