Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 136
v1 Takkið Harranum, tí at hann er góður, tí at miskunn hans varir um ævir! v2 Takkið Guði gudanna, tí at miskunn hans varir um ævir! v3 Takkið drotti drotnanna, tí at miskunn hans varir um ævir! v4 Honum, ið eina ger mikil undur, tí at miskunn hans varir um ævir! v5 Honum, ið skapaði himin við viti, tí at miskunn hans varir um ævir! v6 Honum, ið breiddi út jørðina á vøtnunum, tí at miskunn hans varir um ævir! v7 Honum, ið skapaði tey stóru ljós, tí at miskunn hans varir um ævir! v8 Sólina til tess at ráða fyri deginum, tí at miskunn hans varir um ævir! v9 Mánan og stjørnurnar at ráða fyri náttini, tí at miskunn hans varir um ævir! v10 Honum, ið sló Egyptar við drápi av frumgitnum teirra, tí at miskunn hans varir um ævir! v11 Og leiddi Ísrael burtur frá teim, tí at miskunn hans varir um ævir! v12 Við sterkari hond og útrættum armi, tí at miskunn hans varir um ævir! v13 Honum, ið skifti Reyðahavið sundur, tí at miskunn hans varir um ævir! v14 Og læt Ísrael ganga ígjøgnum tað, tí at miskunn hans varir um ævir! v15 Og koyrdi Fárao og her hans í Reyðahavið út, tí at miskunn hans varir um ævir! v16 Honum, ið fólk sítt í oyðimørkini leiddi, tí at miskunn hans varir um ævir! v17 Honum, ið miklar kongar sló, tí at miskunn hans varir um ævir! v18 Og feldi veldigar kongar, tí at miskunn hans varir um ævir! v19 Sihon, Ámoritakongin, tí at miskunn hans varir um ævir! v20 Og Og, kongin í Básjan, tí at miskunn hans varir um ævir! v21 Og gav teirra land til ognar, tí at miskunn hans varir um ævir! v22 Til ognar hjá Ísrael, tænara sínum, tí at miskunn hans varir um ævir! v23 Honum, ið mintist okkum í vesældómi várum, tí at miskunn hans varir um ævir! v24 Og bjargaði okkum frá fíggindum várum, tí at miskunn hans varir um ævir! v25 Honum, ið gevur øllum livandi breyð, tí at miskunn hans varir um ævir! v26 Takkið Guði himnanna, tí at miskunn hans varir um ævir!