Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 137
v1 Við áirnar í Bábel har sótu vit og grótu, tá ið vit mintust til Zion; v2 á pílatrøini har vit hongdu upp hørpur várar. v3 Tí at har kravdu ránsmenn várir sangljóð av okkum, og kúgarar várir gaman: «Syngið fyri okkum úr Zionssongum!» v4 Hvussu kundu vit syngja Harrans sangir á fremmandari grund? v5 Um eg teg, Jerúsalem, gloymi, tá visni mín høgra hond! v6 Tunga mín hangi í gómanum føst, um ikki eg minnist til tín, um ikki eg seti Jerúsalem yvir mítt hægsta yndi! v7 Muna, Harri, Edóms sonum Jerúsalems vanlukkudag! Tá ið teir rópaðu: «Rívið niður, rívið niður, líka niður í grund!» v8 Bábels dóttir, tú sum oyðileggur! Sælur hann, ið tær lønar ta gerð, sum tú okkum gjørdi! v9 Sælur hann, ið børn tíni tekur og slær tey í stein!