Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 138
Av Dávidi.
v1 Eg vil tær lova av øllum mínum hjarta, frammi fyri gudum eg vil tær lovsyngja. v2 Eg vil níga niður fyri tínum heilaga templi, eg vil lova navni tínum fyri miskunn og trúfesti tína; tí dýrt hevur tú orð títt gjørt yvir alt títt navn. v3 Tann dag eg rópaði, bønhoyrdi tú meg, tú gjørdi meg reystan, sál mín fekk styrki. v4 Lova tær, Harri, skulu allir kongar heimsins, tá ið teir hoyra orðini av tínum munni. v5 Teir skulu syngja um vegir Harrans, tí at mikil er dýrd Harrans, v6 tí at háur er Harrin og skoðar teir smáu, og tekkir teir hástóru langt burtur. v7 Um eg í trongd eri staddur, tú letur meg halda lívi. Tú hond tína rættir út móti vreiði fígginda mína, og høgra hond tín mær hjálpir. v8 Harrin vil gera alt mær fyri bestum. Harri, miskunn tín varir um ævir! Gev ikki upp verk handa tína!