Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 139
Til songmeistarans, av Dávidi, ein sálmur.
v1 Harri, tú meg rannsakar og kennir. v2 Hvørt eg siti ella standi, tú tað veitst, langt burtur mín ætlan er tær kunn. v3 Hvørt eg gangi ella liggi, tú tað kannar, tú gjølla veitst um vegir mínar allar. v4 Áður enn orðið er mær á míni tungu, tú, Harri, tað kennir til fulnar. v5 Fyri aftan, fyri framman ert tú um meg, og hond tína hevur á meg tú lagt. v6 Tað er mær ov undurfult at skilja, ov høgt, eg eri ei fyri tí førur. v7 Hvar skal eg fara frá anda tínum, hvar skal eg flýggja frá ásjón tíni! v8 Stígi eg til himna upp, tá ert tú har; reiði eg í helheimi legu mína, sí, tú ert har; v9 lyfti eg mær á veingjum morgunroðans, setist eg við hitt ytsta hav, v10 eisini har man hond tín meg leiða, og høgra hond tín mær halda! v11 Um eg sigi: «Myrkrið meg hylji, og ljósið íkring meg verði nátt!» v12 Tá er tó myrkrið tær ikki ov myrkt, og náttin er klár eins og dagur, myrkur og ljós eru jøvn fyri tær. v13 Tí at tú hevur nýru míni gjørt, hevur meg vovið í móðurlívi! v14 Eg tær lovi, tí á undurfullan hátt eg varð skaptur, undurfull verk tíni eru, og sál mín fullvæl tað veit. v15 Bein míni vóru ei fyri tær huld, tá ið eg varð gjørdur í duldum, myndaður í jarðardjúpum. v16 Forløg míni eygu tíni sóu, og í tína bók vórðu skrivaðir allir teir dagar, ið avmáldir vóru, áður enn nakar av teimum var til. v17 Hvør torskilnar eru, Guð, mær hugsanir tínar, hvør miklar tær allar tilsamans! v18 Vil eg tær telja, eru tær fleiri enn sandur, eg man vakna og vera enn hjá tær. v19 Gævi tú, Guð, vildi drepa teir gudleysu, og at blóðsekir menn mær viku ífrá, v20 teir, ið tær standa ímóti við svikum, teir, ið navn títt hava í fáfongd. v21 Man eg ikki hata, Harri, hatarar tínar, man mær ikki standast við fíggindar tínar! v22 Við fullum hatri eg teir hati, teir eru vorðnir óvinir mínir. v23 Kanna meg, Guð, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! v24 Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin!