Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 14
v1 Til songmeistarans; av Dávidi. Í hjarta dárar siga: «Ei nakar Guð er til.» Teirra gerð er ring, er ljót; ei er nakar, ið ger gott. v2 Av himni Harrin lítur á mannabørnini niður at vita, um nakar er vitur, um nakar søkir Guð. v3 Teir eru allir spiltir, allir sum ein eru viltir; hann er eingin, ið ger gott, ikki ein einasti teirra. v4 Fata teir tá einki, allir illgerðarmenn, teir, ið eta mítt fólk upp, sum tey eta breyð, og ikki kalla á Harran? v5 Tá skulu teir skelva av ræðslu, tí við rættvísari ætt er Guð. v6 Gerið bert armingans ráð til skammar, tí Harrin er hansara skjól. v7 Gævi frá Zion kom frelsa fyri Ísrael! Tá Harrin vendir fólks síns lagnu, tá fegnast Jákup, frøir seg Ísrael.