Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 140
v1 Til songmeistarans, ein sálmur, av Dávidi. v2 Bjarga mær, Harri, frá vándum monnum, varða meg móti yvirgangsmonnum, v3 ið hugsa ilt í hjarta sínum og yppa ófrið á hvørjum degi, v4 sum gera tungur sínar hvassar sum slangur, og hava ormaeitur undir vørrum sínum. Sela. v5 Varðveit meg, Harri, frá vándra manna hondum, varða meg móti yvirgangsmonnum, ið hugsa um at seta fót fyri meg! v6 Frekir leggja fyri meg snerrur á loynum og spenna út reip eins og net, fram við veginum seta teir fyri meg fellur. Sela. v7 Eg segði við Harran: Guð mín tú ert! Lýð, Harri, á mína bønligu reyst! v8 Harri, mín drottin, mín frelsunnar máttur, tú høvdi mínum lívir á orrustudegi! v9 Harri, lat ikki hin gudleysa fáa sítt ynski, lat ikki hans illu ráð fáa frama! Sela. v10 Teir skulu ei hevja høvdið rundan um meg, svikið av teirra vørrum skal hylja teir sjálvar! v11 Hann lati brandakol á teir rigna, hann teir rindi í eldin, í gryvjur, so at ikki teir upp aftur standa! v12 Illmælis maður skal ei í landinum standast, yvirgangsmannin skal ólukkan elta upp í slag! v13 Eg veit, at Harrin neyðstøddum hjálpir og veitir armingum rætt. v14 Ja, rættvísir skulu lova navni tínum, og rættlátir búgva fyri ásjón tíni.