Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 142
v1 Ein maskil; av Dávidi, tá ið hann var í hellinum, ein bøn. v2 Hart eg rópi til Harrans, hart eg Harran bøni. v3 Eg helli út mína sorg fyri ásjón hans, eg sigi fyri honum mína neyð. v4 Tá ið ørmaktast í mær andi mín, tú tó kennir gøtu mína. Á tí vegi, sum ganga eg skal, teir snerrur hava fyri mær loynt. v5 Eg líti til høgru og hyggi, men eingin kennist við meg; einki eg eigi mær høli, eingin leggur í meg. v6 Til tín eg rópi, Harri; eg sigi: «Tú ert mítt skjól, mín lutur í landi teirra livandi.» v7 Lýð á neyðarróp mítt, tí eg sára hjálparleysur eri! Bjarga mær frá fíggindum mínum, tí teir eru mær ov sterkir! v8 Loys mína sál úr fangahúsi, at eg má lova navni tínum, tí rættvísir eftir mær bíða, at tú væl vilt móti mær gera!