Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 144
Av Dávidi.
v1 Lovaður veri Harrin, klettur mín, sum hendur mínar venur til bardaga, fingrar mínar til orrustu, v2 miskunn mín og virki, háborg mín og hjálpari, skjøldur mín og álit, sum leggur undir meg tjóðir! v3 Harri, hvat er maður, at tú kennir hann, og mannabarn, at tú gevur tí gætur? v4 Maðurin er sum eitt vindblak, hans dagar sum hvørvandi skuggi! v5 Harri, lat himin tín síga niður og stíg oman, nem tú við fjøllini, so at tey rúka! v6 Lat ljósini ganga, so at teir verða spjaddir. Send út tínar ørvar, so at teir verða ræddir! v7 Rætt út hond tína frá tí høga, fría meg og frels meg úr hinum miklu vøtnum, úr fremmanda hondum, v8 teirra, hvørs muður mælir fals, og hvørs høgra hond er lyginnar høgra hond! v9 Guð, fyri tær vil eg syngja nýggjan song, fyri tær vil eg leika á tíggjustrengdari hørpu, v10 tær, sum gevur kongunum sigur, sum bjargar Dávidi, tænara tínum, frá tí vánda svørði! v11 Fría meg og frels meg úr fremmanda hondum, teirra, hvørs muður mælir fals, og hvørs høgra hond er lyginnar høgra hond, v12 so at synir várir mega verða sum vøkstir, sum í ungdómi sínum vaksa stórir, døtur várar sum hornastólpar, úthøgdir sum til eina borg; v13 løður várar mega fullar verða og geva av øllum sløgum, seyður vár má eiga av sær túsund, verða tíggjutúsund faldur í høgum várum, v14 kýr várar mega kvidnar verða, og einki er óhapp, og eingin er missur, og eingin rópan á torgum várum! v15 Sælt er tað fólk, sum tað soleiðis veit við! Sælt er tað fólk, sum hevur Harran til Guð!