Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 146
v1 Halleluja! Sál mín, Harranum lova! v2 Eg vil Harranum lova, so leingi eg livi, lovsyngja mínum Guði, meðan eg eri til! v3 Lítið ei á høvdingar, á mann, ið onga hjálp kann veita! v4 Út fer andi hans, hann fer aftur til moldar, á tí degi er fyri ongum hans ætlan. v5 Sælur er tann, sum hevur Jákups Guð sær til hjálpar, sum vón sína setir á Harran, Guð sín, v6 hann, sum skapað hevur himin og jørð, havið og alt, sum í teimum er; hann, sum varðveitir trúfesti sína um ævir, v7 sum veitir teimum kúgaðu rætt og gevur teimum svongu breyð. Harrin teir bundnu loysir. v8 Harrin opnar eyguni á teimum blindu, Harrin reisir upp teir niðurboygdu, Harrin elskar teir rættvísu, v9 Harrin varðar teir fremmandu, syrgir fyri einkjum og faðirleysum, men villir fyri teimum gudleysu vegin. v10 Harrin er kongur um allar ævir, Guð tín, Zion, ætt eftir ætt. Halleluja!