Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 147
v1 Halleluja! Gott tað er at leika fyri Guði várum, tí yndisligt tað er, og lovsongur væl høvir. v2 Harrin byggir upp Jerúsalem og savnar saman tey sundurspjaddu av Ísrael. v3 Hann lekir tey, ið hava eitt sundurbrotið hjarta, og bindur um teirra sár. v4 Hann talið á stjørnunum telur og kallar tær allar við navni. v5 Mikil er drottin vár og stórur í veldi, einki er mark fyri vísdómi hans. v6 Harrin heldur teim eyðmjúku uppi, men gudleysar nívir til jarðar hann niður. v7 Fyri Harranum syngið við takkarsongi, leikið á saltri fyri Guði várum! v8 Hann himmalin hylur við skýum, hann regn reiðir jørðini til, hann gras letur spretta á fjøllum. v9 Hann djórunum gevur føðslu teirra og ravnsungunum, tá ið teir rópa. v10 Hann hevur ei yndi til styrkleika hestsins, hevur ei tokka á beinum mansins. v11 Harrin hevur tokka á teimum, ið hann óttast, teimum, ið bíða miskunnar hans. v12 Harranum prísa, Jerúsalem, Guði tínum lova, Zion! v13 Tí at hann hevur gjørt tínar portstengur sterkar, børn tíni signað, sum í tær eru. v14 Hann gevur landi tínum frið og mettar teg við feitasta hveiti. v15 Hann orð sítt sendir til jarðar, boð hans loypur við skundi. v16 Hann gevur snjógv eins og ull, stroyir út rím eins og øsku. v17 Hann sendir hegling sín sum breyðmolar, vatnið stirðnar fyri kulda hans. v18 Hann orð sítt sendir og bræðir tað, letur vind sín blása, og aftur tað rennur. v19 Hann kunnger Jákupi orð sítt, Ísrael boð og lógir sínar. v20 So hann ei hevur gjørt við onnur fólk, teim kennir hann ikki lógir sínar. Halleluja!