Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 148
v1 Halleluja! Harranum lovið av himni, honum lovið í tí høga! v2 Lovið honum, allir einglar hans, lovið honum, allir herar hans! v3 Lovið honum, sól og máni, lovið honum, allar lýsandi stjørnur! v4 Lovið honum, himnar himnanna, og vøtnini uppi yvir himnunum! v5 Tey skulu lova Harrans navni, tí eftir boði hans vórðu tey skapað. v6 Og hann tey festi um aldur og ævir, hann gav teimum lóg, sum ikki tey bróta. v7 Harranum lovið av jørð, tit sjóskrímsl og allir streymar! v8 Eldur og heglingur, kavi og roykur, stormurin, ið orð hans útrættar! v9 Fjøllini og allir heyggjar, aldintrøini og sedristrø øll! v10 Villdjórini og allur fenaður, skriðkykt og fljúgvandi fuglar! v11 Kongar jarðarinnar og allar tjóðir, høvdingar og allir dómarar heimsins! v12 Unglingar og moyggjar tillíka, oldingar og ungir sveinar! v13 Teir skulu lova Harrans navni, tí at navn hans eina hátt er hevjað, dýrd hans er yvir jørð og himni. v14 Hann fólki sínum reisir horn, lovsongur er hjá øllum dýrkarum hans, hjá Ísrael, tí fólki, ið honum er nær! Halleluja!