Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 15
v1 Ein sálmur av Dávidi. Harri, hvør skal eiga høli í tjaldbúð tíni, hvør skal ljóta vist á heiliga fjalli tínum? v2 Sá, ið sakleysur gongur og rætt ger og sannleikan talar av hjarta, v3 ikki hevur baktal á tungu sær, einki ger sínum granna til sakar, ikki ger sínum næstingum fyri skommum, v4 vanvirðir hann, ið illa ger, og ærir tey, ið óttast Harran, svør sær til skaða, men tó ei brýtur sítt orð, v5 ei letur pening mót okri og ei tekur mutur mót ósekum. Sá, ið hetta ger, allar ævir ei vikast.